Í veðursendingini í KvF fríggjadagin 9. juni vísti Andrias Klein Gregoriussen hesa avbera góðu myndina við nøkrum merkisverdum skýggjum.
VEÐURSTOVA FØROYA skrivar: Myndin er eitt sera gott dømi uppá Kelvin-Helmholtzbylgjur, nevnt eftir tveimum alisfrøðingum, sum vóru fyrstir at lýsa hetta fyribrigdið í 19. øld.
Í lufthavinum er luftløg við ymiskari vindferð. Viðhvørt er munurin á vindferðini í luftløgunum stór, og luftlagið við størri vindferðini dregur tá luft upp til sín úr tí niðara luftlagnum, har sum vindferðin er minni. Tá síggjast meldrar á luftini og aldur, sum tað sæst á tekningini niðanfyri.
Tá ið stórur munur á vindferðini í løgunum, og at tað samstundis eru skýggj á luftini, soleiðis at rørslurnar í luftini sæst, so síggjast aldurnar á luftini.
Soleiðis var tað í døgunum áðrenn 9. juni, tá ið vit høvdu hátrýstveður við lítlum vindi í tí niðasta lagnum. Samstundis fóru veik brúgvaløg fóru fram við okkara leiðum, og sum gjørdu, at vindferðin í erva var væl meiri, enn í tí niðasta lagnum.
Eitt klænt og slavið luftlag við skýggjum lág eisini oman fyri Føroyar hesar dagarnar, og tí fingu vit ta sjáldsamu sjón við óvanliga vøkrum skýggjum, og tíbetur fyri okkum øll var ein fotografur skjótur við myndatólinum.
Tað hevur týdning fyri flogferðsluna at síggja hesar aldur. Tær boða vanliga frá nógvum turbulensi, og tað royna øll flogfólk at stýra rundanum.
Kelvin-Helmholtz fyribrigdið er eisini tað, sum ger aldur á sjónum. Vindurin fer skjótari eftir havskorpuni og dregur sjógvin við sær. Sjógvurin flytir seg ikki líka skjótt sum luftin, og tí koma aldur.
Jeanne Mangerel, veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya





