KÍ og HB viðhaldsfólk meta um klassikaran: Tann næsti viðhaldsmaðurin at meta um klassikaran er Símun Petur Midjord, sum væntar sær nógv av Kenan Hajdarevic sunnudagin.
KÍ og HB viðhaldsfólk meta um klassikaran: Tann næsti viðhaldsmaðurin at meta um klassikaran er Símun Petur Midjord, sum væntar sær nógv av Kenan Hajdarevic sunnudagin.
Símun Petur Midjord, sum er íðin KÍ viðhaldsmaður, var millum áskoðararnar sunnudagin, tá KÍ vann 3-0 móti FC Suðuroy. Hann væntar eins og øll onnur ein spennandi dyst sunnudagin.
1. Hvussu ert tú nøgdur við byrjanina hjá KÍ?
Tað er heilt OK. Men sjálvandi hevði eg hopað, at tað var ein sigur ímóti TB og serliga tá KÍ spælir við 11 ímóti 9 monnum. Men so hinvegin spældi KÍ ótrúliga flott ímóti FC Suðuroy.
2. Hevur HB dysturin eyka stóran týdning fyri teg enn ein vanligur dystur?
Ja tað hava teir heilt sikkurt. Teir dystirnir eru altíð spennandi.
3. Hvat fyri dyst væntar tú sunnudagin?
Tvey lið sum fara at spæla álopsfótbólt. HB hevur ikki vunnið í ár, so teir fara gera alt fyri at vinna hendan dystin og koma ígongd við at vinna. Og KÍ liði fer at gera alt fyri at vinna hendan dyst, tí HB er ímillum FM-favorittarnar og sjálvandi tí hatta er HB.
4. Hvørjir eru lykla leikararnir hjá báðum liðunum?
Hjá HB: Fróði Benjaminsen, Christian Mouritsen og Arnbjørn T. Hansen eru altíð vandamiklir.
Hjá KÍ: Jonas F. Rasmussen, Ndende A. Guéye og Páll A. Klettskarð. Men tað er eisini ótrúliga spennandi at fylgja tí nýggja áleyparin Kenan Hajdarevic.
5. Hvat verður úrslitið?
3-1 til KÍ (Kenan Hajdarevic 2 mál og Páll A. Klettskarð 1 mál)
Les eisini annað KÍ-HB tilfar:
– Vinnur KÍ er alt á gosið í Klaksvík sunnudagin




