Føroyar fingu eitt lutakast, har nærum øll mótstøðuliðini eru kend í føroyskum eygum.
Spania, Svøríki, Rumenia og Malta hava Føroyar møtt áður og í fleiri førum nýliga. Grannarnir úr Noreg eru kanska mest spennandi mótstøðuliðið, tí teimum hava Føroyar ikki møtt áður í nakrari stórari undankapping.
Spania kemur við heimsstjørnunum, Svøríki og Noreg geva norðanlandauppgerðir, meðan Malta er kent mótstøðulið, har møguleiki eigur at vera at fáa minst fýra stig, sum Føroyar fingu í Nations League. Seinni í dag verður greitt, nær dystirnir vera.
Bólkurin hjá Føroyum var hesin:
Spania
Svøríki
Noreg
Rumenia
Føroyar
Malta



