Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kendastu Danmark fjeppararnir eru úr Klaksvík

John William Joensen

Jansy H. Jacobsen, Hervør Olsen, Kristina Poulsen, Gudny Johannesen, Paula Leivsgarð Joensen og Rebekka Poulsen hava seinastu dagarnar skapt yvirskriftirnar hjá donsku rásini TV2, nú tær eru í Danmark fyri at fylgja danska hondbóltslandsliðinum.

Tær spæla til dagligt í Stjørnuni. Bæði í gjár og í dag hava serliga innsløg verið, har prát hevur verið við tær. Í gjár greiddu tær frá, at teirra dreymur var m.a. at møta Jesper Nøddesbo og Hans Lindberg. Og hetta eydnaðist, tí TV2 fekk skipað soleiðis fyri, at tær fingu møtt teimum og m.a. fingu blusir, myndir og undirskriftir. Sí innslag niðanfyri. So tað er ikki ov nógv sagt, at kendastu fjeppararnir fyri tíðina í øllum førum umvegis TV2 eru úr Klaksvík.

SÍ VIDEO HER