Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kendur advokatur skal kannað Løgmann

John William Joensen

Løgtingsformaðurin hevur í dag tilnevnt Annfinn V. Hansen, advokat sum kanningarstjóra at kanna og gera eina frágreiðing til Løgtingið um ávíkavíst Kári P. Højgaard fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður hava fyrisitið málið um undirsjóvartunnil undir Skálafirði og Tangafirði (Skálafjarðatunnilin) á lógligan hátt.

Løgtingsformaðurin hevur í dag tilnevnt Annfinn V. Hansen, advokat sum kanningarstjóra at kanna og gera eina frágreiðing til Løgtingið um ávíkavíst Kári P. Højgaard fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður hava fyrisitið málið um undirsjóvartunnil undir Skálafirði og Tangafirði (Skálafjarðatunnilin) á lógligan hátt.

Vísandi til stýrisskipanarlógina § 38, stk. 2 fer Landsstýrismálanevndin við hesum at heita á løgtingsformannin um at seta ein kanningarstjóra at kanna og gera eina frágreiðing til Løgtingið um ávikavist Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hava fyrisitið málið um Skálafjarðartunnilin á lógligan hátt.

Kanningarstjórin verður serliga biðin um:

At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevði nøktandi heimild til at samráðast og skriva undir møguligan sáttmála um bygging, fígging og rakstur av eini privatari tunnilsverkætlan í tíðini aftaná 1. august 2011.

At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevur framt brot á § 5, stk. 2 í lóg um ábyrgd landsstýrisins, við ikki at kunna Løgtingið um eftirkanningar- og viðmerkingarskrivið frá embætisfólkum í Innlendismálaráðnum, dagfest 4. juli 2013, tá løgtingsmál nr. 3/2013 varð lagt fyri og viðgjørt í Løgtinginum.

At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevur framt brot á § 5 í lóg um ábyrgd landsstýrisins, við at sýta fyri at útflýggja Løgtinginum sáttmálan millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners, og í øðrum lagi ikki at geva løgtingslimum møguleika at fáa kunnleika til sáttmálan uttan at undirskriva trúnaðaravtalu.

At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevur framt brot á § 5 í lóg um ábyrgd landsstýrisins í svari sínum upp á fyrispurning nr. 59/2012 eftir § 52a í tingskipanini, um privata avtalu við útlendskt felag um Skála- fjarðartunnil; tá hann valdi ikki at brúka upplýsingarnar frá Landsverki, sum varð biðið um at svara fíggjarliga partinum av spurningunum.

At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, er farin út um sínar heimildir við at undirskriva avtalu við Copenhagen Infrastructure Partners um at rinda 1 mió. kr. í sokallaðum “break fee”.


At kanna, hvønn leiklut løgmaður hevur havt í málinum um Skálafjarðartunnilin, og um hann hevur framt brot á § 5, stk. 2 í lóg um ábyrgd landsstýrisins við at hava tagt ella givið Løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar.

At kanna, um løgmaður hevur røkt sína eftirlitsskyldu sbrt. § 33, stk. 3 í stýrisskipanar- lógini ella hevur framt brot á lóggávuna, vísandi til punkt 1-5 omanfyri.