Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kendur Evangeliskur Tenorsangari í Ebeneser

John William Joensen

Larry Ford, sum m.a. var tenorsangari hjá Blackwood Brothers skal syngja saman við Dupultkvartettini úr Ebenezer í Danmark og í Føroyum

Hósdagin 27. september kl. 19 syngur Larry Ford saman við Dubultkvartettini í Ebenezer í Nordsømuseet í Hirtshalts.
Fríggjakvøldið 28. sept. kl 20. Sangmøti við Dupultkvartettini í Kristnastovu Dubultkvartettin luttekur eisini á møti í Kristent Fællesskab sunnumorgunin.
Sunnudagin 30. september kl. 19 verður Dubult kvartettin og Larry Ford í kirkjuni hjá Frelsunnarherðinum í Keypmannahavn á Frederiksberg Allé 9.
Mánadagin 1. oktober fara Larry Ford og Dubultkvartettin at syngja í Ebenezer í Tórhavn.

Stórur sangfundur í Ebenezer
Jóannes á Vali sigur at skráin hjá amerikanska sangaranum er sera tøtt og tí er ikki nógv tíð at geva út av.
– Hann segði okkum frá at hann var í Norra á konsertferð og vit vóru síðani kontakaðir av teimum, sum fyriskipað konsertirnar í Danmark.
– Vit hita upp og syngja okkara sangir og so syngur hann nakrar solosangir. Síðani syngja vit saman og tað má eg siga, at eg gleði meg nógv til.
– Sum sagt er tíðin sera knøpp og tí brúkar Larry Ford tónleik, sum er innspældur frammanundan – tíð er ikki til at venja tað stóra saman við tónleikarum- hóast eingin ivi er um at tað hevði verið tað besta. Vit eru óvand við playback tónleik í  Føroyum – men eg trúgvi at serliga konsertin í Ebenezer verður ein stór uppliving.
– Har fer Larry Ford eisini at syngja saman við Ebenezer korinum og tey sum vóru á konsertini á Eiði –  hava neyvan gloymt tað upplivingina.
– Eg má leggja afturat at hóast Larry ikki er ungur longur – so er røddin hjá hon framvegis framúrskarandi og hann gevur seg 100% undir framførslunum. 

—- 

Tá Larry Ford framførdi á Eiði sang hann fleiri eykaløg – men noyddist tó at gevast tá røddin ikki orkaði meira. Tað var ein stór uppliving og umframt kór- og kvartettsang verður eisini felagssangur á skránni.
Framførslan í Ebenezer er ókeypis og øll eru hjártaliga vælkomin, skulu vit heilsað og siga frá Jóannes á Vali. 

Larry Ford kemur til Føroya mánamorgunin saman við Dubult kvartettini og hann fer longu avstað aftur týsmorgunin.

Eitt sindur um Larry Ford
Hann hevur sungið inn plátur á enskum, sponskum, svenskum, russiskum, italienskum, norskum og hebraiskum.
Larry Ford tók sum ungur sangvenjing í klassiskum tónleiki. Hann er útbúgvin flogskiparin – men fór so smátt at syngja við ymiskum evangeliskum bólkum, so sum The Downings, The Dixie Echoes og The James Blackwood Quartet.
Seinri árini er hann tó mest kendur frá videoframleiðsluni hjá Bill og Gloriu Gaither. Hann syngur javnan á heimskendu "Homecomming" konsertunum og serliga hava vit sæð hann sungið sangirnar: "Little is Much When God is in it – Sing of My Redeemer – Follow Me – og What a Savior.
Larry og kona hansara Sherryl, tæntu sum pastorar í Kirkjun í Texas og Florida í eitt 10 ára tíðarskeið, men seinru árini hevur Larry Ford brúkt alla sina tíð sum syngjandi Evangelistur.
Amerikanski teonorsangarin er rættuliga nógv umbiðin og syngur á umleið 125 konsertum árliga. 
Hann hevur eisini fingið eina Grammy fyri sína framúrskarandi rødd.