Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kendur HBari: Handfaringin setir Oddbjørn í eina sera trupla støðu

John William Joensen

Leiðslan í HB átti at verið so mikið at sær komin at hon boðaði Oddbjørn frá at farið var undir samráðingar við nýggjan venjara. Tað at HB leiðslan bíðar til seinastu løtu at kunnað Oddbjørn hevur eisini sett hann í eina sera trupla støðu, sum ger at hann kemur at hava sera trupult við at finna annað arbeiði nú flestu feløg hava sett venjara í starv, sigur fyrrverandi HB liðskipari og venjari, Jóannes Jakobsen.

– Eg má siga sum er at málið um venjaraskiftið hjá HB er sera illa handfari av leiðsluni og leiðslan hevur sett Oddbjørn Joensen í eina sera trupla og óhepna støðu við at biðja sum longst at kunna hann um at leiðslan arbeiddi við at finna annan venjara. Sum støðan er nú er avleiðingin allarhelst at Oddbjørn Joensen einki venjarastarv hevur komandi ár, tí flestu venjarastørvini eru longu sett.

Tað er sjálvandi upp til leiðsluna at avgera um hvønn venjara felagið skal hava og Heðin Askham er eitt gott val, sigur Jóannes Jakobsen.

Eiga at umhugsa at lækka talið á liðum í fremstu deildini

Jóannes Jacobsen er alt annað enn samdur við teimum sum hava mælt til at hækka talið á liðum, tí at fremsta fótbóltsdeildin nú als ikki longur er at síggja í stóru pørtum av landinum, so sum Vágar, Sandoy og Suðuroy.

Um man vil tryggja føroyskum fótbólti áskoðarar, so átti man at umhugsa at tryggja KÍ sæti í fremstu deildini, tí KÍ er einasta felagið í landinum við stórum fjeppara skara sum trúfast fylgir felagnum.

Eg haldi at man átti at lækka talið á liðum í EFFO deildini og harvið savna bestu spælarar í landinum kring 8 feløg og harvið hækka støði í dystum og ítróttarliga og eg trúgvi fólk heldur vilja hyggja fýra ferðir eftir KÍ-HB og øðrum líknandi dystum enn dystum har annað ella baði liðini ikki hava nøktandi støðið.