Tað eru ikki smávegis spennandi tíðindi, sum Oliver Joensen, blaðstjóri, avdúkar í leiðara sínum í blaðútgávuni fríggjadagin 15. januar 2016.
Blaðstjórin boðar nevniliga frá, at Norðlýsið hevur gjørt avtalu við ein kendan journalist, sum hevur áhuga í at royna arbeiðsplássið hjá hesum einasta lokalblaðnum í landinum.
“Vit á Norðlýsinum gleða okkum og vóna, at hetta samstarvið fer at føra til nakað meira, og ikki minst at hetta stigið, vit nú taka, fer at styrkja miðil okkara”, eru orðini hjá hugagóða blaðstjóranum, sum seinastu tíðina hevur havt skerda manning á Norðlýsinum, eftir at sonurin, John William Joensen, vegna sjúku var noyddur at gevast sum stjóri.
Sær sjálvum so líkur avdúkar Oliver kortini ikki alla søguna, tí leiðarin endar vid orðunum, at “navnið á nýggja starvsfólkinum goyma vit til mánadagin”.




