Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kendur OL-svimjari aftur til røturnar í Klaksvík

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

David Carry úr Aberdeen hevur seinastu meir enn 20 árini at kalla bert tikist við svimjing og hevur hann eisini verið við til kappingar við OL í Athen, Bejing og London. David hevur klárað seg væl og eigur nøkur gull heiðursmerki, og í London fekk hann eisini høvið at taka í hondina á drotningini í sambandi við at OL í svimjing var har.

Søgan byrjar við, at ein trolari kemur á Klaksvík fyrst í 50-unum við einum manni, Ronny sum hevði mist beinið av einum veiri, sum slitnaði umborð. Skiparin, Alec, sum hevði verið í leikum fyrr vegna kríggið, setti beinið niður í ein sukursekk so maðurin ikki bløddi út og helt so á Klaksvík.

Ein av teimum, sum tók ímóti á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og annars var um henda stakkals mannin dagarnar eftir, tá ið manningin kom á vitjan, var Hasla Josephsen, sum arbeiddi á Klaksvíkar sjúkrahúsi – Dóttir Mallu og Hans Josephsen – Hans í Miðvági, vanliga nevndur. Hans og Malla fingu nýggju børn, har tvey teirra eru farin.

Tað rann saman millum Haslu og ein av manningini, skiparan Alexander Elder – Alec, sum hann vanliga varð nevndur.

Ronny, sum misti beinið, kom fyri seg aftur og gjørdist seinni skipari á øðrum trolara – Hann hevði verið stýrimaður hjá Alec. Alec helt eisini fram at fiska við Føroyar og hildu Hasla og hann saman alla tíðini.

Í 1957 flyta Hasla og Alec til Aberdeen og búsetast har. Tey giftast og fáa trý børn. Vera, sum eigur fimm børn, Jean, mamma David, ið hevur systkini, Malena og Agnes. Eisini fingu tey sonin Sandy, sum fekk krabba í beini og doyði 18 ára gamal.

Oljuvinnan

Alec gjørdist reiðari og hevði fleiri bátar. Í 60-unum gerst hann stjóri á einum av almennum reiðarafelag, sum hevði ein stóran hóp av trolarum. Í 70-unum fer Alec uppí oljuvinnuna við egnum útgerðarfelag, har hann m.a. umvegis sín kennskap í Føroyum leigar Cubabátarnar frá Skipafelagnum til vaktarskip.

Seinni fara Cubabátarnir til fiskiskap undir Føroyum og Alec heldur fram sína egnu leið og kemur væl fyri við egnum útgerðarfelag til oljuvinnuna. Samstundis er hann umboðsmaður vegna Skipafelagið í Aberdeen.

David Carry

David Carry, sum er ógvuliga fyrikomandi, opin og blíður, vaks upp í Aberdeen, kom heilt ungur uppí svimjing, har hann kláraði seg væl. Tað gekk eisini væl hjá honum í skúlanum og tók eina handilsútbúgving. Hann flutti eitt sindur runt í sambandi við svimjilegur og skúla. Men hevur at kalla burturav fingist við svimjing meir enn seinastu 20 árini.

Hann hevur klárað seg væl, greiðir Hasla, omman hansara, frá. Ta einu ferðina, hann koma aftur frá OL við gull heiðursmerkjum um hálsin kókaði alt Aberdeen, sum vildi sleppa at heiðra og heilsa uppá David – har skipað var fyri móttøku fyri honum, tá ið hann kom aftur.

David minnist ikki so nógv frá Føroyum, tí fyrstu ferð, hann var her, var hann einans fýra ár. Men hann og omman hava oftani tosað um Føroyar síðani og hann minnist hvussu tað altíð glógvaði í eygunum hjá ommuni, Haslu, tá ið tosað var um Klaksvík og Føroyar.

Nú hann er givin við svimjing á høgum stigi – pensioneraður, 34 ára gamal og býr í Edinburgh, helt hann, at hann skuldi gera álvara av, at fara til Føroyar at vitja stóru familju sína har. Hann keypti ommuni og sær ein ferðaseðil til Føroya í jólagávu.

Ferðin varð sett til at vera á hvítusunnu, men náddi David bert at steðga í fýra dagar, meðan omman steðgar nakað longur.

Eg kundi ikki bara mær, men bankaði uppá hjá Álvi Josephsen, ommubeiggja David og spurdi, um vit ikki kundu koyra ein túr runt í Klaksvík, so kundi eg greiða honum eitt sindur frá, hvat her hendi. Jú, David leyp upp úr stólinum.

Bjørn Kalsø

Vit koyrdu eitt sindur runt aftur og fram og ávegis niða á Háls, møta við landsstýrismanninum í mentamálum, Bjørn Kalsø uttanfyri húsini. Eg steðgi á, samstundis sum eg sigi David frá hvør hesin maðurin er. Ja, men so eru vit skyldmenn, varð Bjørn skjótur at leggja uppí. Langomma tín, Malla og pápi mín, Steffan vóru systkin! Og so losnaði tungubandið hjá báðum og fingu teir eitt gott prát.

Eftir eisini at hava víst David runt í býráðshúsinum, handaði eg honum bókina Hválv, við frálíkum myndum, sum Jóannis Sørensen av Viðareiði hevur tikið. Tá hugdi hann við: “Kona mín Keri-anne Payne, hevur altíð viljað sloppið at síggja norðlýsið. Við hesi bókini verður munin lættari at fáa hana til Føroyar”, segði David við einum brosi.

Keri-anne Payne er eisini svimjari á høgum stigi, júst hetta vikuskiftið hevði hon svomið havsvimjing og klára seg sera væl – Hon er tvífaldur heimsmeistari í svimjing og hevur eisini vunnið OL heiðursmerki. Hon er nógv betri enn eg, segði David við einum smíli.

Arbeiðið

Í dag hevur David Carry saman við konuni Keri-anne Payne og einum kendum rugby-spælara, Jason White eina fyritøku, tey kalla Red Sky.

Tey arbeiða sum ráðgevar hjá fyritøkum um, hvussu ber til at menna starvsfólkini, samansjóða, fylgja og náa settum málum – og sjálvandi hvussu fyritøkan fær enn meir burturúr.

Eisini arbeiða tey innan ítróttarheimin at finna egnaðum ítróttarfólkum karmar og veita teimum góðar sáttmálar við fyritøkur, sum tryggjar teirra ítróttarliga lívsleið á høgum stigi. Tryggja teimum, at íbornir førleikar teirra framhaldandi kunnu hava bestu gróðrarlíkindi. Og nakað tað sama innan vinnuøkið.

Nøgdur um ferðina

Jú, David var glaður fyri føroyaferðina og væntaði hann at verða skjótur aftur, eins og at næstu ferð, skuldi konan við!

Hann var takksamur fyri allan blíðskapin, hann hevði notið gott av og serliga at sita um kvøldarnar við temunni og kaku og práta. Og so ikki at forgloyma, at royna alt tað nógva, omman hevði greitt honum frá.

David Carry, sum er kendur í heimspressuni, serliga innan ítrótt og sum hevur gingið nógv á teimum bonaðu gólvunum, men als ikki er farin uppfrá, var glaður fyri at hitta ættarfólk síni í Klaksvík og gleddi seg til at koma skjótt aftur. Eisini fyri at halda góða sambandið viðlíka, sum nú var meira ítøkiligt, hóast hann hevði hitt fleiri av ættarfólkunum úr Klaksvík í Aberdeen. Men at vera í Føroyum saman við teimum, var nakað heilt annað, helt ein fegin David Carry fyri.

http://www.redskymanagement.co.uk/