Bólkurin, sum hevur havt mest spælda sangin á MTV Europe í eitt heilt ár, verður eitt av høvuðsnøvnunum á Summar Festivalinum í ár.
The Rasmus er eitt av heitastu nøvnunum sum ungdómurin kennir m.a. frá MTV har sangurin In The Shadows verður nógv spældur.
Teir hava selt eitt milliónatal av fløgum og hava havt fleiri hitt kring Europa. Nú eru teir á heimsturné, sum førir teir til m.a. Jápan, Suðurafrika, Argentina, Chile, og eina rúgvu av europeiskum londum millum annað Føroyar.
Sangurin, In The Shacows, er mest spældi sangurin á MTV í 2005.
The Rasmus hava fingið gull- og plátin- virðislønir í fleiri europeiskum londum. og teir hava eisini vunnið fleiri finskar grammy-virðislønir. Leygarkvøldið verða finsku tónleikaheiðurslønirnar fyri í ár lætnar, og The Rasmus eru tilnevndir til tríggjar ymiskar virðislønir.




