Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kendur Stangamaður 100 ár

John William Joensen

– Eg gleði meg faktist til at blíva 100 ár – eg havi ongantíð roynt tað áður, segði Jógvan Sofus Hansen skemtandi – tá vit tosaðu við føðingardagsbarnið í heiminum á Stongunum í morgun.

Hann er føddur í Klaksvík í 1907 og fór í skúla júst sum fyrri heimsbardagi byrjaði.

– Eg minnist væl fyrsta skúladagin – tað regnaði sera illa – og tá tað lak illa í skúlanum vóru vit send heim aftur.

– Skúlin var so vánaligur at tað bar ikki til at vera í skúla tá tað regnaði.

– Hetta var væl áðrenn happing varð uppfunnin. Lærarin var tiltikin fyri at vera speiskur.

– Ein dagin spurdi hann Meinhard á Hædd – um einki nýtt var at frætta úr Týsklandi?

– Men Meinhard var skjótur at svara; – Jú ein vetringur var dottin oman av Ennibergi!! (lærarin gekk undir eyknevninum vetringurin)

Jógvan Sofus er væl fyri og púra klárur.
Tá vit høvdu tosað eina løtu fór prátið inn á fótbólt og KÍ.

– Eg haldi at KÍ eigur at taka seg saman, tí eg tími skjótt ikki at halda við teimum meira, segði Sofus avgjørdur – men við einum "glimti" í eygunum.

Hann fór til skips fyrst í 20unum og hevur alt sítt lív verið sjómaður og útróðrarmaður. Tá hann legðist uppá land fór hann at arbeiða fisk – og hvønn dag fyligir hann bátum og skipum sum sigla inn og út eftir Vánni.
Eisini skrivar hann upp hvussu tað gongur hjá Christian í Grótinum har abbasonurin er við.

– Einferð fekk fekk eg Jákup bónda á Biskupstø at byggja mær eitt fýramannafar.

– Jákup bóndi var elligamal – væl uppi í 90 unum – tá hann bygdi mær bátin.

– Skal eg siga sum er – so var báturin so illa bygdur at hann fleyt ikki norður á stengurnar.

– Tað lak allastaðir – men Jákup Bóndi bað okkum bara koyra tjøru í holini og til endans varð báturin tættur, greiður Sofus skemtandi frá.

Gavst at roykja í 50unum
Spurdur um hvussu hann er vorin 100 ára gamal, sigur Jógvan seg ikki vita.

– Eg haldi ikki at eg havi havt góða heilsu. Eg roykti illa og eri "opereraður" minst sjey ferðir, og havi altíð dámt væl at eta tað feita.

– Hinvegin so havi eg ongantíð koyrt nakað serligt í bili, men havi baði súklað og gingið nógv.

– Eg fekk boð um at gevast við at roykja – tí tað var so skaðiligt og havi tí ikki roykt síðani einaferð í 50 unum.

– Tað er stutt síðani at eg gavst at súklað – sigur Jógvan hugsunarsamur og so leggur hann afturat:

– Ja – eg sigi stutt síðani – men tað eru hóast alt eini 20 ár síðan.

Hugnaligt var at sita undir liðini á Jógvan hjá Berlinu í morgun og drekka kaffi – ein maður sum hevur livað eina øld.
Hann er lívsglaður – skemtiligur og hittinorðaður.
Nógv varð tosað um stórar kalvar, harur og sum eg skilti so hevur hann kanska onkuntíð valt Sambandi – tí hann helt at Fólatingsvalið royndist væl.

– Eg havi ongantíð duga væl at skotið – so eg var altíð noyddur til at bíðja til hára sat still!!

– Eg gleði meg faktist til at gerast 100 ár – tí satt at siga so havi eg ongantíð áður roynt hetta, segði hann skemtandi.

Fríggjadagin verður føðingardagurin hildin í Skálanum frá millum kl. 16 og kl. 19.

Vit skullu heilsað og siga at øll eru vælkomin.