Í DANSIFRØÐI, TÓRSHAVN, 7. NOVEMBER – KL 23 – ATGONGUMERKI VIÐ DYRNAR KR. 200,- … Tróndur Nolsøe, sum var ein av bestu leikarunum á Gull liðnum hjá TB í 1980unum, skipar fyri stórum dansitiltakið í Dansifrøði í Tórshavn tann 7. November. Ein røð av kendum nøvnum undirhalda: Jens Lisberg, Elis Poulsen, Ólavur Øster, Oskar Eiriksson, Tórbjørn Lisberg, Johan M. Jacobsen og Tróndur Nolsøe sjálvur syngja, spæla og venda plátum.

Hesin fantastiski TB leikarin hevur sjálvur útvega stuðla til tiltakið, soleiðis at hvørt atgongumerkið á 200 kr. fer óskert í kassan hjá Parkinsonfelagnum.
Parkinsonfelagið fer í næstum á rundferð kring landið at hava fyrilestrar fyri fólk við parkinson og teirra avvarðandi.Felagið arbeiðir fyri at betra viðurskiftini hjá Parkinsonsjúklingum og teirra avvarðandi við at stuðla teimum í felag og einsæris, at veita upplýsing um sjúkuna, soleiðis at læknar og almenningurin fær innlit í viðurskiftini hjá sjúklingnum, at veita stuðul til gransking av Parkinsonsjúkuni og at luttaka í norðurlenskum og altjóða samstarvi.
Umstøðurnar hjá fólki við parkinson í Føroyum eru langt frá nøktandi tá bíðitíðin at sleppa í viðgerð er umleið hálvt annað ár.