Umframt Joachim Löw so eru eisini aðrir kendir persónar í venjarahópinum hjá Týsklandi, sum spælir á Tórsvølli týskvøldið.
Umframt Joachim Löw so eru eisini aðrir kendir persónar í venjarahópinum hjá Týsklandi, sum spælir á Tórsvølli týskvøldið.
Høvuðsvenjari:Joachim Löw
Joachim Löwer 53 ára gamal og tók yvir sum høvuðsvenjari í 2006, tá Jurgen Klinsmann ikki vildi leingja sáttmálan sum høvuðsvenjari. Frammanundan hevði Joachim Löw verið hjálparvenjari hjá Klinsmann. Áðrenn tað hevði hann vant ymisk lið sum eitt nú Stuttgart, Fenerbahce og Austria Wien. Sum týskur høvuðsvenjari hevur hann fingið góð úrslit, og nú manglar bara gullið. Silvur í EM kappingini 2008, bronsu í HM kappingini í 2010 og í hálvfinaluna í EM kappingini 2012. Flestu veddingar fyritøkurnar hava Týskland – saman við Argentina og Spania – sum ein av størstu favorittunum beint aftanfyri Brasil at vinna HM 2014.
Hjálparvenjari: Hans-Dieter Flick
Tann kanska minst kendi í týska venjarahópinum er 48 ára gamli hjálparvenjarin Hans-Dieter Flick. Sum miðvalla leikari spældi hann m.a. 104 dystir fyri Bayern Munchen og skoraði 5 mál í tíðarskeiðnum 1985-1990. Hann spældi ongantíð á landsliðinum. Seinni bleiv hann venjari hjá 1899 Hoffenheim fram til 2005, tá hann fekk sekkin. Eftir tað bleiv hann hjálparvenjari hjá Red Bull Salzburg úr Eysturríki. Í 2006 bleiv hann so hjálparvenjari hjá týska A-landsliðinum, har hann hevur verið síðani.
“Generel manager”: Oliver Bierhoff
45 ára gamli Oliver Bierhoff munnu tey flestu kenna. Hann er kanska mest kendur fyri EM finaluna á Wembley, tá hann skoraði bæði málini fyri Týskland, sum sostatt vann finaluna móti Kekkia. Hann spældi m.a. við Udinese, Milan og Monaco. Í 1997/98 var hann toppskjútti í italsku Seriu A við 27 málum, tá hann leikti við Udinese. Í 1998 bleiv hann valdur til besta týska leikara. Oliver Bierhoff virkar sum bindilið millum liðið, venjararnar og fótbóltssambandið umframt, at hann tekur sær av stuðuls avtalum.
Málmansvenjari: Andreas Köpke
51 ára gamli Andreas Köpke hevur leikt 59 landsdystir fyri Týskland. Fyrstu árini (fyrst í 1990’unum) var hann eykamaður hjá Bodo Illgner á landsliðinum. Í 1993 bleiv hann valdur besta leikara í Týsklandi, tá hann spældi við FC Nurnberg. Hansara gjøgnumbrot á landsliðinum kom í EM endaspælinum í 1996. Hann spældi ein stóran leiklut – við m.a. at bjarga brotssparkinum hjá enska Garteth Southgate í hálvfinaluni – tá Týskland vann EM hetta árið. Hann bleiv kosin av FIFA kosin til ársins málverja sama ár. Síðani 2004 hevur hann verið málmansvenjari hjá týska landsliðinum.




