Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kendur vinnulívsmaður gevst, bert 58 ára gamalur

Oliver Joensen

Dávi Joensen, sum hevur átt Shell Quick Støðina á Stongunum er nú givin við virkseminum og Shell hevur tikið yvir.

Týsdagin var Norðlýsið á Shellstøðini við myndatólinum, har vit fingu eina mynd av Dáva og nýggja leiðararnum hjá Shell Hans Petur Clementsen, tá Dávi handaði Hans Peturi lyklarnar til støðina.

Byrjaði
á Bedingini
Dávi Joensen fór sum ungur í elektrikaralæru á el-verkstaðnum hjá Kjølbro á bedingini. Dávi var bert 18 ára gamalur tá hann var liðugur sum elektrikari og arbeiddi á elverkstaðnum á bedingini frá 63 til 70 sum sveinur.
Í uml. 1970 yvirtekur Einar verkstaðin og í umleið eitt ár arbeiddi Dávi hjá Einari, einamest fekst hann við at vikla el-motorar har.
Í 1971, byrjaði Dávi í smáum fyri seg sjálvan. Hann fekk sær verkstað í kjallaranum hjá pápanum á Vágsheygnum og fekst fyri størsta partin við at vikla el-motorar til sildaverksmiðjuna í fuglafirði.

Flutti út
Men her bleiv skjótt ov trongligt og flutti Dávi síðani virksemi sítt í leigaði hølir hjá Húsmøðrafelagnum við Stoksoyravegin.
Umframt at vikla motorar og annað elarbeiði, byrjaði hann smátt um smátt at fáast við bilar, sum eisini hevði hansara stóra áhuga.
Í 75 verður Dávi uppsagdur í hølunum har, tí Húsmøðrafelagið sjálvt skuldi brúka hølini og flutti hagani í hølini hjá Johonnu Joensen í Nólsoyar Pálls Gøtu (har sum Kirkjutorgið er nú). Longu í 77 flytir hann aftur, mest tí at virksemið við umvælingum av bilum hevur vundið upp á seg og hesaferð flytir Dávi í hølini hjá Absalon á Biskupstøð í Fjósabrekku og nú fæst hann bert við umvælingar av bilum ímeðan elarbeiðið verður minni og minni. Í 1981 flytir fyritøkan aftur. Hesaferð á Gomlu Shellstøðina norðuri á Stongunum, har sum Toyota heldur til ídag.
Her arbeiðir Dávi fram til 1985, tá hann 18. desember hetta árið kann flyta í egin hølir, sum hann tá hevði bygt á Stongunum. Hetta er Shell Quick Støðin, sum vit kenna hana ídag.

Seldi
Í fjør gjørdi Dávi so av at selja Shellstøðina til Shell, sum nú fer at reka støðina víðari við Hans Petur Clementsen sum leiðara.
Dávi sigur, at hann kennir at rætta løtan at selja er júst nú. Eg havi upplivað bæði ringar og góðar tíðir. Ringast var í 90-unum, tá nógv av viðskiftafólkum mínum fóru av knóranum og eg misti nógvan pening.
Hetta gjørdi tað tungt at hóra undan, men tað eydnaðist og ídag kann eg siga, at Shell Quick Støðin er ein góð og sunn fyritøka.
Tá flest fólk hava verið í arbeiði á Shell Quick Støðini hava eini 12-13 fólk arbeitt har.

Tøkk
Dávi Joensen sigur, at nú hann er givin, vil hann takka øllum viðskiftafólkum sínum hjartaliga fyri mong góð ár, og vónar at fólk taka líka væl undir við nýggju eigarunum, sum tey tóku undir við sær.
Eg má siga, sigur Dávi Joensen, at samarbeiðið ímillum meg og Shell hava hesi árini samarbeiði hevur vart, verið sera gott. Serstakliga skilti Shell væl støðuna í kreppuárunum, tá tað stóð á hjá so mongum.