Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kennist nakar við navnið Tróndur Bjarnason

Oliver Joensen

Fløskupostur frá Sjómannadegnum er funnin á Vågsøy í Noregi. Finnarin hevur ilt við at lesa navnið, men heldur at har stendur Trondur Bjarnason.

Tað eru Ann-sissel og Jan-Åge Nordbø úr Raudeberg í Noregi, ið hava funnið fløskupostin. Um onkur av lesarunum hjá Norðlýsið kemst við navnið, so sigið okkum endiliga frá, tí tað hevur týdning hjá børnunum at fáa afturljóð frá fløskupostunum. Veit nakar um navnið at siga, so ring á Norðlýsið 456285 ella til Oliver 284379.

Ann og Jan skriva nakað soleiðis leystliga flutt úr enskum:

Hey til hann, ið sendið ein fløskupost úr Klaksvík.

Brævið var funnið nær “Kråkernes Lighthouse”. Um tú hyggur á internetið, so fært tú nærri at vita  um hetta plássið. Navnið á brævinum er ringt at lesa, men vit halda at har stendur : TRONDUR BJARNASON og at tað er send 19-08-2011.

Harleywoodpaint