Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kennist nakar við netið?

Oliver Joensen

Netið, ið vit her hava avmyndað, sýnist at vera partur av einum filamentgarnið. Men hvat slag av garni er hetta og hvat fiskaslag er tað ætlað til?

 Tað hava vit ikki fingið uppspurgt, sjálvt um vit hava gjørt eina roynd, men vit hava minni enn so verið allastaðni.

Netið, vit hava avmyndað, er sum sagt riðað úr filamenttráði, ið eftir øllum at døma er um 0,7mm til tjúgdar. Meskarnir eru onkustaðni ímillum 140 og 145 millimetrar.

Har vit hava spurt, verður ikki hildið at hetta er havtaskugarn, laksagarn, skrubbugarn ella annað kent garnaslag.

Um onkur er, sum kann siga okkum hvønn fiskiskap eitt slíkt net er ætlað til, so kanska vit hava eina áhugaverda søgu.

Um tú veitst, so vinarliga send okkum ein teldupost til oliver@nordlysid.fo