Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ketty skal royna seg í dag

Jóhann Lützen

Í dag er fyrsta innleiðandi kappingin í Continental Sheepdog Championship (CSC) í Eysturríki. Ketty A. H. Winther og Ragna skulu royna seg í dag. Hetta er fyrsta ferð Ketty er á landsliðnum. Hóast tað, varð hon fremst av føroyingunum til NM fyrr í mánanum.

 

Seyðurin sær ikki út til at verða góður at hava við at gera í morgun. Hetta eru vit tó von við í Føroyum 

Ketty skal byrja sum nummar 26 av 36. Vit ynskja henni góða eydnu!

Kappingin kann stroymast her:
https://www.youtube.com/live/tVyikWVXZUw?feature=shared

Til ber at fylgja kappingini á heimasíðu CSC eisini:

https://www.cscweb.site/home