Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Keyp jólagávuna á Viðareiði

Danial Viðoy

Jólasøla: Í dag byrjar ein hugnaliga jólasøla á Viðareiði. Jólasølan verður í gamla skúla, ið er væl eydnaður til júst eitt slíkt tiltak. Í fjør góvu bygdafólk eisini lutir til jólasøluna, sum eydnaðist væl. Sølan verður bæði í dag og sunnudagin.

Dentur verður í høvuðsheitum lagdur á heimagjørdar vørur ella lutir, ið fólk ynskja at selja fólki nú uppundir jól. Listaverk verða somuleiðis at fáa.

Afturvið jólasøluni ber eisini til at keypa sær ein góðan kaffimunn við smákøkum, meðan ein lurtar eftir jólatónleiki.

Dyrnar í Gamla Skúla lata upp í dag klokkan 16 og er opið til klokkan 20. Í morgin, sunnudagin verður opið frá klokkan 15 til 20.

Tað hendir nógv í norðastu bygd fyri tíðina, má sigast. Í gjár skrivaði Norðlýsið soleiðis um tvey onnur tiltøk. HER

Portal.fo, sum Norðlýsið hevur tikið sær loyvið at fáa íblástur frá, skrivar soleiðis um tiltakið. HER