Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Keypsvanar skulu halda umhvørvið reint

(Hannefía Joensen)

Unga Sjálvstýri mælir til, at virkað verður fyri einum langtíðar málsetningi innan umhvørvi, har ítøkilig stig verða tikin til at ávirka keypsvanarnar hjá fólki, soleiðis, at tey velja umhvørvisvinarligar vørur

– Tó, at vit sum flokkur, sita uttanfyri, eiga vit at gera alt fyri, at næsta ættarliðið í Føroyum fær eina framtíð, ið er rein og umhvørvisvinarlig, segði formaðurin hjá Unga Sjálvstýrinum, Jógvan Skorheim, í framløgu sínari á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum leygardagin.

Boðið hjá Unga Sjálvstýrinum upp á, hvussu fólk skulu fáast at keypa umhvørvisvinarligar vørur er sera einfalt:

– Tak MVG’ið av øllum vørum, ið eru merkt við Ø merkinum, Blómuni ella Svananum. Hetta fer at birta uppundir áhugan hjá fólki at velja hesar vørur framum aðrar vørur, ið eru skaðiligar fyri umhvørvið og okkara heilsu.

– Á henda hátt kunnu vit vera við til at geva okkara íkast til ein reinari heim. Og tað skylda vit ikki bara okkara grannum ella heiminum, men eisini okkara næsta ættarliði. Hesi skulu eisini uppliva grønu náttúruna, reina sjógvin ella smakkin av gomlum havhesti, sum aftur kann etast, uttan at verða fyltur av eitran, segði Jógvan Skorheim, millum annað, í skilagóðu røðu sínari.

Røðan í fullari longd:

Seinastu 8 árini hevur umhvørvið verið sera nógv umrøtt. Fleiri politikarir rópa hart um at okkurt má gerast, men somu politikarir hava stýrt landinum tey seinastu 8 árini, uttan at hava gjørt eina einastu broyting av týdningi. Nú er tíðin komin til at fáa broyting í. Tó at vit, sum flokkur, sita uttanfyri, eiga vit at gera alt fyri at næsta ættarliðið í Føroyum fær eina framtíð, ið er rein og umhvørvisvinarlig. Undanfarna landstýrið, gjørdi broytingar, soleiðis at rættiliga høg avgjøld vóru løgd oman á sigarettir, sodavatn, kakur og góðgæti. Hetta var ein kombinatión av tí heilsu- og fíggjarpolitikki, sum táverandi samgonga helt vera skilagóð, og tað taka sikkurt flestu av okkum undir við. Hetta avgjaldið ávirkar tann einstaka borgaran og hansara heilsu. Um vit so kunnu siga, er hetta ein ”ego” politikkur. Nei, tað er ikki nakað skeivt við einum slíkum ”ego” politikki, men tíðin er nú komin til, at vit hugsa um okkara nábúgvar, grannalond og allan heimin. Vit mugu vera við til at gera heimin til eitt reinari stað, og lata vera við at hugsa um løtuvinning, men gera íløgur í okkara umhvørvi.

Tað, sum eg ikki skilji, er at 177 lond runt um í heiminum, stór sum smá, framkomin sum afturúrsigld hava sæð, at her má okkurt gerast fyri at minka um útlátið av skaðandi evnum. Til dømis hava vit lond sum Zambia, Senegal og Rwanda. Vit halda, at vit eru langt frammanfyri hesi lond á nógvum økjum, men sannleikin er tann, at vit eru langt aftanfyri á umhvørivisøkinum. Granskarir úr øllum heiminum hava verið saman um at koma til eina niðurstøðu, ið skal hjálpa veðurlagnum aftur uppá pláss, men enn hava vit ikki skilt hetta í Føroyum. Kyoto traktatin er vegurin fram fyri Føroyar, og tíðin er nú, og ikki um nøkur ár. Fyri hvønn dag sum gongur, verða vit meiri og meiri afturúrsigld á hesum økinum, og sum Jákup Páuli Joensen hevur verið inni á, kemur hetta at hava skaðandi fylgjur fyri okkara útfluttningsvinnu.

Eg havi havt tann framíhjárætt at umboða Unga Sjálvstýri, í Unga Norðurlandaráðnum tvey ár á rað, og má eg siga at hetta hevur verið sera gevandi. Fyrstu ferð var eg í Ísland, og her sá eg av sonnum hvussu nógva orku tey leggja í at verja umhvørvið. Har búgva einans gott 300.000 fólk, og tó hava tey orku og mest av øllum vilja til at hugsa í umhvørvisvinarligum banum.

Unga ættarliðið av føroyingum ynskja uttan iva, at størri dentur eigur at vera lagdur á at verja um umhvørvið. Fleiri av størstu matvøruhandlunum seta stór økir av til vistfrøðiligar matvørur. Og ikki tykkum at siga, so seta handilsmenn ikki stór økir av, uttan at tey selja orduliga væl. Tað er loggikkur fyri búrhøsn!!!

Hesin spurningurin varð settur í einari marknaðarkanning fyri norðanlond í 2004: ”Hyggur tú eftir, um tær vørur, ið tú keypir, eru umhvørvisvinarligar?”. Tá svaraðu 58% ja. Tvey ár seinni varð sami spurningur settur, tá svaraðu 72% ja. Ein hækking uppá heili 14 %. Hetta vísur, hvat fólkið vil.

Av tí at tað eru nøkur fundamental evnir, ið ikki kunnu nýtast í einum umhvørvisvinarligum produkti, er tað ofta ein longri proces at koma fram til eitt slíkt produkt, og av tí sama gerst tað eisini dýrari at framleiða. Alt hetta ger tað torførari hjá kundanum at velja umvørvisvinarligu vøruna frammum eina aðra líknandi vøru, sum helst er bíligari.

Unga Sjálvstýri fer at mæla til, at okkara flokkur stendur saman um at virka fyri einum langtíðar málsetningi innan umhvørvi, soleiðis at vit aftur fara at førka okkum frameftir. Eitt ítøkiligt stig, ið vit meta kundi veri gjørt longu nú, er at taka MVG’ið av øllum vørum, ið eru umhvørvisvinarlig. Møguliga spyrt tú hvussu gera vit tað, men hetta kann gerast sera einkult.

Rigmor Dam skrivar í Sosialinum í 2006: ”Um vit veruliga ynskja at gagna umhvørvinum, so kunnu keypsvanarnir gera stóran mun!”. Hesar keypsvanar kunnu vit sum land gera nakað við.

Tað eru trý merkir í eru góðkend av donskum mynduleikum og hava eitt óheft eftirlit. Tey eru Ø-merkið, Blóman og Svanin. Hesi merki vegleiða brúkaran at finna vørur, sum eru framleiddar á umhvørvisvinarligan hátt, dálka minst møguligt og hava høga góðsku.
Tað reyða Ø merkið er eitt danskt umhvørvismerki fyri vistfrøðiligar matvørur.
Svanin er norðurlendska umhvørvismerkið, og Blóman er evropeiska umhvørvismerkið. Svanin og Blóman eru umhvørvismerkir fyri gerandisvørur, so sum køksrullur og reingeringarevni og slíkt sum innbúgv og teldur. Tænastuveitingar kunnu eisini umhvørvismerkjast, so sum gistingarhús og bilvaskihallir .

Tá tú keypir eina umvørvismerkta vøru, ert tú tryggjaður:

• At vøran er millum tær minst umhvørvisdálkandi av sínum slagi.
• At góðskan og støðið á vøruni svara til aðrar líkandi vørur.
• At serlig atlit eru tikin fyri heilsu, so sum at vøran ikki inniheldur heilsuskaðilig evni, til dømis at kosmetik ikki inniheldur krabbameinselvandi evni.

Tí er okkara svar uppá hvussu vit gera tað, sera einfalt. Tak MVG’ið av øllum vørum, ið eru merkt við Ø merkinum, Blómuni ella Svananum. Hetta fer at birta uppundir áhugan hjá fólki at velja hesar vørur framum aðrar vørur, ið eru skaðiligar fyri umhvørvið og okkara heilsu. Á hendan hátt kunnu vit vera við til at gera okkara íkast til ein reinari heim, og tað skylda vit ikki bara okkara nábúgvum ella heiminum, men eisini okkara næsta ættarliði. Hesi skulu eisini uppliva grønu náttúruna, tann reina sjógvin ella smakkin av gomlum havhesti, sum aftur kann etast uttan at verða fyltur av eitran.

Sjálvstýrisflokkurin
Unga Sjálvstýri

Jógvan Skorheim, formaður
Tlf: 774505

Harleywoodpaint