Síðsta vikuskiftið var venjingarlega hjá KÍ í Mikladali, har allur Betrihópurin var samlaður.
Baklandið hjá KÍ er allar Norðoyggjar og í ár var árliga venjingarlegan á einum plássi, har bygdafólkini til dagligt stuðla KÍ. Kósin bleiv sett móti Mikladali á Kalsoynni. Fráhaldshúsið bleiv brúkt sum skeiðsdepil, meðan hópurin búði í fimm ymiskum húsum. Har blivu teir býttir eftir, hvar á vøllinum teir spældu. Sostatt búðu t.d. allir verjuleikararnir saman í einum húsum.
Fakligur partur
Ein partur av túrinum var nærmast skúlagongd, har m.a. framløgur og bólkaarbeiði var gjørt við støði í farna og komandi kappingarári.
Kropsligur partur
Hóast tað eitur venjingarlega, so er ikki so nógv fótbóltsvenjing á hesum túri. Vant bleiv í Klaksvík beint áðrenn fráferð og beint eftir heimferð. Á Kalsoynni var tó ein fótbóltskapping á FIFA vøllinum, men annars vóru gongutúrar í fjøllunum. M.a. var hópurin uppi á Borgaranum, har turrur fiskur, turr grind, spik og eplir vóru á matarskránni.
Sosialur partur
Stórur partur av slíkari legu er sosiali parturin, sum samansjóðar hópin. Fleiri kappingar vóru á skránni og endaði tað við einari spurnarkapping, har samlaðu vinnararnir fyri kappingarnar hendan dagin blivu álopsleikararnir, sum vóru Páll A. Klettskarð, Jóannes Bjartalíð, Boris Dosljak, Aksel B. Danielsen, Óli E. Poulsen og so málverjin Meinhardt P. Joensen.
Søguligur partur
Nógv áhugaverd søga hoyrir til Kalsoynna og til høvið hevði KÍ fingið Eyðun Eliasen, ið er bóndi á Kalsoynni, at greiða frá ymiskum søguligum í Mikladali. M.a. var vitjað hjá kópakonuni, í kirkjuni og í smiðjuni.
Góð tænasta
Allar dagarnar var tað Magni Garðalíð, kokkur, sum gjørdi hópinum høvuðsmáltíðirnar, meðan Anja Eliasen bjóðaði góða kaku afturvið kaffinum. KÍ hópurin letur heilsa, at tænastan var framúr góð í Mikladali hesar dagarnar. Myndirnar eru tiknar frá túrinum.













