KÍ hópurin er í dag farin til Suðuroynna á venjingarlegu.
Nógvi kavin kemur ikki at darva venjingunum hjá KÍ komandi dagarnar. Tí tá verður vant í Marghøllini í Vági. Allur hópurin hjá KÍ er í dag og í kvøld farin til Suðuroynna, har venjingarlega er á skránni komandi dagarnar. Umframt venjingar í Marghøllini, so er dystur á skránni móti TB leygardagin, um veðrið loyvir tí.



