Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ aðalfundur: Formaðurin fegnaðist

Jákup Ósá

Niðanfyri endurgeva vit formansfrágreiðingina, ið Tummas lervig helt á KÍ aðalfundinum í gjár.

Niðanfyri endurgeva vit formansfrágreiðingina, ið Tummas lervig helt á KÍ aðalfundinum í gjár.


Inngangur

Tað gongur ómetaliga væl í Klaksvíkar Ítróttarfelag. Aftur í ár gjørdist KÍ mest vinnandi felag í landinum. Felagið er á sunnari kós bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Hesin veruleiki er úrslitið av einum felags innsatsi frá okkum øllum – hjálparfólkum, stuðlum, kommununi, leikarum, foreldrum og ábyrgdarfólkum fyri bert at nevna nøkur.

Menn

Effo liðið

Framgongdin á liðnum er eyðsýnd. Liðið spældi góðan fótbólt og endaði á einum 4 plássi. Liðið var vandamiklasta álopslið í landinum við 59 málum í 27 dystum. Páll A. Klettskarð gjørdist deildur toppskorari við 22 málum og varð eisini valdur til ársins stjørnuskot. Nógvir nýggir ungir leikarar fingu kjansin og liðið

1. deild
2. lið hjá KÍ spældi í fjør aftur í 1. deild, eftir uppflyting fyrrárið. Hóast liðið var nýtt í deildini, fótaði tað sær væl og fekk eitt sera gott úrslit. KÍ endaði í ovaru hálvu av stigatalvuni, sum nummar 5, og tað var meira enn nøktandi. Nógvir ungir spælarar og nakrar meira royndir spælarar mannaðu liðið, sum serliga í seinnu hálvu av kappingini hevði góð og støðug avrik og úrslit.

U18
U18-liðið – ella unglingar, sum tað plagdi at eita – høvdu eitt gott kappingarár. Kappingin var jøvn og spennandi, men KÍ hevði sterkasta liðið og vann føroyameistaraheitið. Hetta er aðru ferð í trý ár, at KÍ vinnur U18 deildina

Kvinnur – 1.deild

Ítróttarliga varð úrslitið enn einaferð frálíkt, har KÍ bleiv meistari og steypavinnari. Um liðið gerst Føroyameistari einaferð afturat, so verður heimsmetið tangerað og so manglar at seta seg á trúnuna í 2014.

Hesaferð gekk leiðin til Kypros at leika UEFA Womens Champions League. Úrslitið gjørdist tveir ósigrar og ein søguliga stórur sigur. Fyrsta dystin tapti KÍ 7-0 ímóti Apollon. Næsti dystur endaði við einum teprum ósigri 2-1 ímóti Kharkiv. Seinasti dystur gjørdist minniligur tí okkara kvinnur vunnu heili 11-1 ímóti ADA Velipoje – hetta er størsti sigur nakað føroyskt lið hevur fingið nakrantíð úti í Evropa.

Í samband við UEFA luttøkuna savnaðu kvinnurnar nógvan pening saman, bæði við tiltøkum so sum køkutombola, selja lutaseðlar og eisini við at arbeiða á Summarfestivalinum.

Ungdómsdeildin

Er størsta einstaka deild í KÍ. Hvørja viku skulu 542 børn, ung og hálvvaksin spæla fótbólt. Tað krevur ein stóran venjarahóp. 45 venjarar tóku sær av ungdómsdeildunum. Harumframt eru eisini fleiri, sum átaka sær at døma og vinka. Settur er ungdómsvenjari at samskipa ungdómsdeildina.

Árið byrjaði við at gera greitt fyri øllum venjarum og øðrum áhugaðum, hvussu venjingin skuldi síggja út

Í ár vóru fleiri fyrilestrar og skeið fyri venjarum og foreldrum. Bill McLeod Jacobsen hevur tosað um mannskapsbehandling og vinnaramentalitet, Eli Hentze vísti á bólførleikan hjá børnum og ungum, Hans Mourits Foldbo hevur tosað um sálarfrøðina hjá børnum og kobla tað til fótbólt, meðan Lárus Grétarsson vísti venjarunum og leikarum álopsvenjingar.

Við hesum fyrilestrum/skeiðum hava ungdómsvenjararnir fingið góðan íblástur. Leikararnir eru mentir og sigrarnir fleiri í tali. Á kvinnusíðuni er alt, sum tað plagar. U17 vann landskappingina og U14 vann greipuna. Á manssíðuni vunnu teir yngru í U14 sín bólk og teir yngru í U12 stóðu seg heilt væl í kapping á Toftum millum eldri dreingir og komandi vikurnar fara 10 venjarar á B2 fótbóltsskeið í Havn.

Í Blaú Bók stendur hví og hvat vit skulu, tá ið vit venja fótbólt, men har manglar ein partur um, hvussu tað skal gerast. Ungdómsbólkurin er í gongd við at fáa tað tilfarið út til venjararnar.

Heimasíðan

Ki.fo er sera væl vitjað og hevur vitjandi úr øllum heraldshornum. Heimasíðan er fremsti samskiftismiðil hjá felagnum, har til ber at kunnað seg um hvat fyriferst í og kring KÍ. Í ár varð gjørdur ein facebook profilur fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag og er hann eisini sera væl vitjaður.

Rembingar

KÍ høllin hevur ligið í tungum sjógvi í mong ár, har raksturin ikki hevur verið nóg stórur til neyðugt viðlíkahald og ábøtur. Nevndin var samd um at selja sín lut í KÍ høllini, ígjøgnum P/F KÍ høllina har KÍ og Norðoya Sparikassi átti hvør sína helvt, til Klaksvíkar kommunu. Nevndin er sannførd um at høllin er betur farin við at Klaksvíkar kommuna rekur høllina. KÍ hevur framvegis brúksrætt til norðurendan av KÍ høllini. Nýggja skýli, sum væntandi stendur liðugt komandi summar, verður tá karmur um umsitingina og ítróttarliga dagligdagin hjá KÍ.

Fyri henda aðalfund høvdu vit ein eykaaðalfund har bygnaðarbroytingar vóru fyri. Nevndin hevur hildið at viðtøkurnar hava verið ov stirvnar og trongdu til at dagførast so tær samsvaraðu við verksemi í dag.

Sp/f KÍ fer í søguna. Nevndin hevur í samráð við eigararnar gjørt av at avtakað Sp/f KÍ, sum rekur besta mansliðið. Mett verður at hetta fer at minkað um dupultfunktiónir og annars lætta umsitingarliga partin viðvíkjandi besta mansliðnum.

Eg byrjaði við at siga at Klaksvíkar Ítróttarfelag er á sunnari kós bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Mín vón er at vit framhaldandi sigla hesa kós. Tað er tungt at byggja upp, men lætt at bróta niður. Lat okkum øll, sum eru so góð við KÍ, standa saman og stuðlað KÍ frameftir – soleiðis virða vit tey sum undan okkum eru farin.

Takk fyri