Í Norðlýsinum hesa vikuna lýsur KÍ til eykaaðalfund har m.a. kunning um P/F KÍ-fótbóltur er á skránni
Ársfundurin hjá fótbóltsdeildini verður hóskvøldið 13. november kl. 20:30.
Beint undan hesum fundinum, nevnuliga kl. 19:30, verður eykaaðalfundur har m.a. kunning um stovnan av partafelag er á skránni.
Bill Mcleod Jacobsen, dagligur leiðari í KÍ sigur í viðmerking at arbeitt hevur verið í eina tíð at skipa fyrstudeildarfótbóltin í eitt Partafelag.
– Nú er arbeiði komið somikið langt at vit meta tíðina verða búna til at kunnað limirnar um málið.
Eftir tí Norðlýsið skilir er uppskot um at leggja 1.lið menn og unglingadeildina í P/F KÍ-fótbóltur.
Funduri verður sum sagt hóskvøldi 13. november.




