Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ aftur á rætta sporinum

Jákup Ósá

KÍ vann sannførandi 3-0 sigur í dag.

KÍ fekk fatur á nógvum av tí góðaaftur, tá liðið vann sannførandi sigur á Svangaskarði.

Nýggjur KÍ liðskipari var Páll A.Klettskarð, meðan Súni Olsen byrjaði á vinstra bakki. Tað vórustóru søgurnar áðrenn dysturin byrjaði. Spurningurin var, um KÍfór at reisa seg eftir tapið móti ÍF síðsta vikuskiftið.

Uppsett KÍ lið

Og KÍ liðið vísti frá byrjan, atnú var summarsteðgurin av og liðið var at kenna aftur frá tíðiniundan summarsteðginum. B68 bleiv trýst í botn og eftir fyrstu fimmminuttirnar hevði KÍ fýra stórar mál møguleikar. KÍ bleiv viðat trýsta, men hol kom ikki á, fyrr enn hálvur tími var leiktur.Jóannes Bjartalíð sendi gott fríspark innfyri til Jákup B.Andreasen, sum skallaði bóltin í málið. 1-0 var hálvleiksstøðan.

Endaði við stórsigri

Í seinna hálvleiki var gongdin tannsama. KÍ stýri tí mesta, men B68 kom til onkra støðu og tværferðir var nær við. Í 68. minutti økti KÍ til 2-0, tá JóannesBjartalíð legði væl útfrá til skyldmannin Hjalgrím Elttør,sum skoraði sítt landskappingarmál nummar 101. Seinasta málið ídystinum kom í 80. minutti, tá Jóannes Bjartalíð skoraði sítt15. mál í ár.

Góð tekin á KÍ liðnum

Var hetta dysturin sum setti ferðaftur á KÍ liðið eftir summarsteðgin? Tað kundi okkurt bent átað, tí sjálvt avrikið var gott og kundi ikki samanberast viðtað sum vit sóu móti ÍF. Tað hekk betri saman og meir bleiv lagtfyri. Tað manglaði heldur ikki at skapa nógvar mál møguleikar.KÍ helt málið reint fyri 11. ferð í ár og vit fingu staðfest, at breiddin á liðnum er góð, nú Jonas F. Rasmussen og MayowaAlli ikki vóru tøkir. Hinvegin skal havast í huga, atmótstøðuliðið var tað veikasta í deildini og komandi umførinifær KÍ munandi sterkari mótstøðu. Fríggjakvøldið á SummarFestivalinum vitjar Skála í Klaksvík, og tá fáa vit at síggja, um KÍ verðurverandi á rætta sporinum.