Lars Olsen sigur, at báðir álopsleikararnir hjá KÍ eru í huganum hjá honum í løtuni, hóast teir ikki blivu tiknir út til hópin móti Kosovo.
KVF hevur í dag samrøðu við Lars Olsen um landsliðsúttøkuna. Hann sigur m.a. at KÍ álpsleikararnir, sum í løtuni eru nr. 2 og 3 á toppskjúttaralistanum í Effodeildini, eru uppá tal til A-landsliðið.
– Tað gongur væl hjá Pálli Klettskarð, og um hann blívur við, so er hann skjótt eitt gott boð til landsliðshópin. U-21 landsliðið hjá okkum spælir um sama mundi ímóti Finnlandi, og eg haldi, at tað er best, um Jóannes Bjartalíð sleppur at royna seg har, sigur Lars Olsen. Hann greiðir eisini frá, hví Sonni Ragnar Nattestad ikki er úttikin. Lesa alla samrøðuna hjá KVF HER.




