Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ arbeiðir við at styrkja um verjupartin

Jákup Ósá

Nú er orkan løgd eftir at fáa styrk til miðverjuna.

Higartil er einasta broytingin í KÍ hópinum til næsta ár, at Jógvan Isaksen er farin og Ndende er komin. Og hóast Ndende kann røkja miðverjuplássið, so er hann sum skilst fyrst og fremst ætlaður til sentrala miðvøllin. Tískil eru ikki nógvir uppruna miðverjar í hópinum og tá kann vera neyðugt at tilvenja leikarar til nýtt pláss í miðverjuni, ið vit hava sæð í fleiri øðrum feløgum.

Men sum nordlysid.fo skilir, so verður arbeitt við at styrkja um miðverjuna. Jóhan Troest Davidsen fekk fyri vikum síðani góðan sáttmála bodnan frá KÍ, men valdi at halda fram í HB. Danski Jonas Flindt-Rasmussen, ið áður hevur spælt við B36, er fleiri ferðir nevndur sum ein møguleiki, men hann er sum skilst ikki so lættur at fáa hendanvegin og er í løtuni ikki mest upplagdi møguleikin. Babacar hjá TB er eisini javnan settur í samband við KÍ, men tað tykist ivasamt, um hann er rætta typan av leikara til at stýra einari miðverju. Hjá KÍ frættist annars, at Meinhardt Joensen og Atli Danielsen hava gjørt nýggjan sáttmála.

Harleyfacadeacryl