Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ ársveitslan 2017

Jóhann Lutzen

Seinasta freist at keypa atgongumerki til ársveitsluna hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag er í morgin. Atgongumerkir fáast til keyps í Fast í Klaksvík

Seinasta freist at keypa atgongumerki til ársveitsluna hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag er í morgin. Atgongumerkir fáast til keyps í Fast í Klaksvík


Á skránni á ársins veitslu er m.a.:

– Trý-rættað matskrá frá Gepetto

– Gestarøða frá Suna Merkistein

– Uppboðssøla av blusum hjá Effoliðnum hjá KÍ

– Høvuðsvenjarin Mikkjal K. Thomassen tekur samanum 2017

– Bláa Bylgjan velur ársins leikarar og ungu leikarar hjá besta kvinnu- og mansliðnum

– Dansur við Eyðun, Kim og James. DJ-Cool vendir plátum

Til at leiða borðhaldið verður Maria Ziskason Nesá. Dyrnar í Klaksvíkar Badmintonhøll lata upp kl. 19.00 og farið verður til borðs kl. 19.30 stundisliga.

Atgongumerkir á 375 krónur fáast til keyps í Fast í Klaksvík. Seinasta freist at keypa er týskvøldið 17. oktober kl. 18.00.