Ársveitslanhjá KÍ verður í ár á Viðareiði leygarkvøldið 2. november.
Veitslaní ár verður á Hotel Norð á Viðareiði, sum eisini er ein KÍ bygd, har fleirileikarar hjá KÍ búgva. Tískil passar tað uttan iva væl til, at KÍ eisini vísirandlit norður eftir, sigur formaðurin í KÍ Tummas Lervig.
-Vit hava nú haft ársveitslu í Klaksvík í tvey ár og vit hildu, at nú var tíðinkomin at hyggja norð til Viðareiðis at hava okkara veitslu. Har eiga vit nógvartrúgvar viðhaldsmenn og fleiri góðar leikarar í felagnum, so tað var upplagt,sigur Tummas Lervig.
Ókeypisbussar koyra frá sandinum í Klaksvík leygarkvøldið kl. 19.00 og aftur tilKlaksvíkar nakað eftir midnátt. Á skránni er m.a. 3 rættað menu, val av ársinsleikarum og stjørnuskotum hjá kvinnum og monnum og søla av KÍ blusunum 2013.Spennandi verður eisini at frætta, um nøkur nýggj avdúking verður. Í 2011 avdúkaðiKÍ Páll A. Klettskarð sum nýggjan leikara, meðan tað í 2012 bleiv avdúkað, atAtli Danielsen skuldi spæla við KÍ. Eisini vera røður frá m.a. borgarstjóra oggestarøðara á skránni. Gestarøðarin í ár verður Rudolf Joensen. Atgongumerkirkunnu keypast á 300 kr. í Effo í Klaksvík ella við at ringja á tlf. 221991,frætta vit úr KÍ.
KÍog Billiardfelagið samstarva um dansin
Dansurverður í Skálanum sama kvøld. Billiardfelagið hevur veitslu í samband við,at í ár hevði Haldur Holm fylt 100 ár. Tað er eisini Haldur Holm Cup handandagin. Alt endar við einum rimmar dansi í Skálanum. Í tí sambandi koyraókeypis bussar frá Viðareiði til Klaksvík nakað eftir midnátt. Hallur Joensenog Karl Martin spæla til dansin. KÍ og Billiardfelagið samstarva um dansin, harnógv fólk kann væntast. Um ein hevur atgongumerki til KÍ veitsluna, so fæstatgongumerki til dansin við Karl Martin og Halli fyri 100 kr.




