Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ áskoðararnir fingu undirhald fyri allar pengarnar

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Tað var klassamunur á liðunum, tá KÍ og EB/Streymur møttust í Klaksvík í góðveðrinum í dag.

Klassamunur var á liðunum, tá KÍ og EB/Streymur møttust í Klaksvík í dag.

EB/Streymur hevur fyrr í ár sligið KÍ út úr steypakappingini. Tískil hevði KÍ nakað at hevna í dag. Tað var eisini KÍ, sum sat á dystinum frá byrjan til enda. Men sum oftast manglaði tann seinasta avgerandi avleveringin, tá KÍ fekk sínar góðu álopsstøður. KÍ kom á odda í 21. minutti, tá Jóannes Bjartalíð strekti seg fram eftir eitt gjøgnumspæl og skoraði sítt fyrsta mál í Effodeildini. KÍ fekk møguleika at økja til 2-0 áðrenn hálvleik, men umvegis brotsspark skeyt Kenan Hajdarevic langt uppum. 
Stórur munur var á liðunum í fyrra hálvleiki og hesin helt fram í seinna hálvleiki. Meinhardt Joensen hevði sjáldan brúk fyri at gera nakra bjarging. M.a. tí at KÍ miðverjan við Jonas F. Rasmussen og Ndende A. Guéye vísti sannførandi spæl. Beinanvegin í seinna hálvleiki sendi Jóannes Bjartalíð tvey neyv hornaspørk innfyri, har Sørmundur Kalsø og Páll A. Klettskarð fingu hvør sítt mál og so var spurningurin bara, hvussu stórur KÍ sigurin bleiv.
Var atgongumerkið vert hjá KÍ viðhaldsfólkunum
Ímóti endanum fekk KÍ eitt mál afturat og tað var staðfestingin av, at KÍ áskoðararnir fingu nógv fyri pengarnar, sum teir góvu fyri atgongumerkið, tá KÍ vann stórsigur. Evrard Blé kom í góða skotstøðu, men ístaðin fyri at skjóta, so spældi KÍ skjótt smáspæl, sum endaði við, at innskifti og væl upplagdi Heðin Klakstein skoraði. Hóast KÍ hevði møguleikar til nógv fleiri mál gjøgnum dystin, so var 4-0 sigurin hjá KÍ ein staðfesting av, at liðið er væl fyri í løtuni eins og vit sóu í Fuglafirði seinasta vikuskiftið, tá KÍ leikliga var betri enn ÍF. Við sigrinum hjá KÍ er liðið komið við í kappingina um ovaru plássini, meðan EB/Streymur, sum tykist hava nógv størri styrki á heimavølli enn á útivølli, framvegis er undir niðurflytingarstrikuni.