Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-B71 í kvøld

Jákup Ósá

Ein týdningarmikil dystur í 1.deild verður í kvøld.

Tað hevur gingið illa hjá næstbesta liðnum hjá KÍ síðstu umførini og tá liðini aftanfyri eru farin at fáa stig oftari, so er KÍ nú partur av niðurflytingarstríðnum. KÍ liggur á 8. plássi við 15 stigum. Seks stig eru upp til 7. pláss, har NSÍ liggur. Seks stig eru niður til FC Hoyvík og HB á 9. og 10. plássi.

B71 liggur á 6. plássi við 22 stigum. B71 hevur enn møguleika at flyta upp, tí AB og TB eru bara 4-5 stig frammanfyri.

Dysturin í Klaksvík í kvøld byrjar kl. 19.30.