Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-Band fekk høllina í kók

John William Joensen

Konsertin í KÍ-høllini leygarkvøldið var sera væl eydnað

Í samband við fyrstu Europa Cup luttøkuna hjá KÍ í 1992 gav KÍ út eitt band við lokalum tónleikarum "Blátt og hvítt" og í samband við at hetta bandið nú er á fløgu var skipað fyri konsert í KÍ Høllini.
Hóast nógv onnur tiltøk vóru í býnum um somu tíð, so høvdu eini 350 fólk leita sær í høllina og tey fingu undirhald fyri pengarnar.

KÍ-Band
Allur tónleikurin var framførdur LIVE av einum sokallaðum KÍ-Band 2004.
Hetta orkestri varð mannað av Magna Husgaard (keyboard), Mikkjal Hvannastein, (guitar), Erik Biskupstøð (bass), Jens Paula Joensen (trummur) og Beddi Hansen (guitar).  At hetta vóru framúr góðir tónleikarar máttu áhoyrararnir sannað, og vónandi gongur ikki long tíð til vit aftur sleppa at hoyra KÍ-Band 2004.

Høllin kókaði
Tónleikurin var fyrst og fremst kendir KÍ-sangir, sum eru at finna á útgávuni "Blátt og hvítt", men eisini vóru aðrir sangir á skránni.
Hans Jacob Nystrøm sang m.a. sangin  "Pápi tín býr ei í Tórshavn" og hann dugdi sera væl at fáa áskoðararnar við.
Annfinn Nielsen setti rættuliga lív í við einari sera góðari og orkukrevjandi framførslu. Sangirnir "Í skúrði", "Cirkus Tinganes" og  "Útsalg"  fingu høllina í kók.
Annfinn hevur heilt serligar gávur til pallframførslu og tað má sigast at hesar gávurnar síggja vit alt ov lítið til.
Karl Martin Samuelsen var seinastur í røðini av sangarum. Millum sangirnar hann framførdi var kendi sangur "Alla nátt" og hesin fekk áhoyrarnar úr stólunum.

Jákup Mikkelsen
Sum rosinan (nøddin) í pylsu-endanum, kom landsliðsmálverjin á pallin við "Achy Breacky Heart", eitt kent contry-lag. Saman við Jákupi á palli vóru eisini KÍ-kveikurnar og síðani kom allur KÍ-hópurin á pall.
Áhoyrarafjøldin saman við KÍ hópinum og undir leiðslu av Jákupi Mikkelsen, sungu "Liðið tað eitur KÍ" og so var ein frálík konsert at enda komin.
Sum eitt eykalag endaði Jens Aksal Heldarskarð við sanginum "Norðoyingar Frægir" og ein sjálvtsom konsert var at enda komin.
Ein frálíkt konsert og hvør veit um ikki ein fløga við KÍ-Band 2004 er á veg í samband við 100 ára haldið hjá felagnum.