Fyrireikingarnar á Centenary Stadium eru farnar í gongd í morgun.
Sum sæst á myndunum, sum Kaj Dam hevur tikið í morgun, so er KÍ búmerkið komið upp at hanga á The Centenary Stadium í Ta’ Qali á Malta. Liðleiðarin Thom Jakobsen(sí einu myndina niðanfyri) er eisini í gongd við at gera alt klárt í umklæðingarrúminum, sum KÍ hevur í kvøld. Tvær av myndunum niðanfyri vísa, hvar KÍ áskoðararnir sita í kvøld.
Tað verður sagt frá 23-24 hitastigum í kvøld, tá dysturin verður spældur.






