Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ byrjar úti í kvøld

Jákup Ósá

 Í kvøld samlast KÍ hópurin uttandura fyri fyrstu ferð og tá er hol sett á uttandura fyrireikingarnar.

Frítíðin er av og nú fáa leikararnir væntandi ikki frí aftur fyrr enn seinast í oktober, tá kappingin er av við undantaki av einari stuttari summarfrítíð. Hjá KÍ eru Jonas Flindt Rasmussen og Ndende komnir í hópin uttanífrá. Ndende er komin til Klaksvíkar fyri fleiri vikum síðani og verður við í kvøld, meðan Jonas væntast at koma ein av komandi døgunum. Afturat hesum væntast onkrir ungir leikarar at fáa møguleikan at venja saman við besta hópinum.

Venjingin hjá KÍ byrjar kl. 18.00 í kvøld.

Harleyfacadeacryl