Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ eigur tveir U15 landsliðsleikarar

Jákup Ósá

(Føroyar-Sveis í Klaksvík) Norðoyingar fáa høvið at síggja tveir av sínum egnu í landsdysti í morgin.

Talan er um teir báðar 15 ára gomlu Børga Petersen og Olaf Hansen. Børge er bæði verjuleikari og miðvallarleikari, meðan Olaf fyri tað mesta hevur spælt á miðvøllinum. Hann hevur eisini verið liðskipari onkran dyst á U15 landsliðnum áður. Teir hava báðir spælt við U14 liðnum hjá KÍ í ár, sum hevur kappast millum fremru liðini. Týsdagin 13. september verður landsdysturin hjá føroyska U15 landsliðnum móti Sveis spældur í Klaksvík. Hann byrjar kl. 17.00 og tað er ókeypis atgongd.

Føroyski hópurin er hesin:

Bjarti Vitalis Mørk, HB
Dánial Danielsen, NSÍ
Regin í Geil Jakobsen, HB
Aleksandur Ó. Jensen, B68
Børge Petersen, KÍ
Olaf K. Hansen, KÍ
Tórur F. Joensen, HB
Meinhard D. Geyti, NSÍ
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Hjalti S. Samuelsen, 07 Vestur
Áki Hentze, 07 Vestur
Jónas Warner, B71
Símun Sólheim, HB
Kristian K. Hentze, B71
Petur Ovi Dam, HB
Leivur F. Guttesen, HB
Bárður Ó. Jensen, B68
Oddur í H. Petersen, 07 Vestur