1.deild: KÍ hevur heimadyst móti oddaliðnum, meðan B68 hevur heimadyst móti botnliðnum.
Leygardagin verður seinasta umfar leikt í næstbestu deildini. Tað mesta í kappingini er avgjørt uttan eitt týðandi pláss. Tað er ivamál, hvør fer at fáa bronsuna. Og tað hevur stóran týdning, tí vinnur KÍ sær bronsuna, so endar B68 á 4. plássi, og tað merkir, at 07 Vestur flytur ikki niður úr Effodeildini. KÍ er 3 stig og 14 mál frammanfyri B68. Tað merkir, at KÍ skal tapa og B68 vinna umframt, at B68 skal vinna 14 mál inn á KÍ. KÍ tapti seinast 4-0 móti AB, tá dysturin var á Argjum. Endurtekur t.d. tað úrslitið seg, so skal B68 vinna 10-0 á ÍF og júst ÍF hevur tapt stórt í fleiri dystum hetta kappingarárið. Og vit skulu ikki so nógv ár aftur fyri at síggja, at avgerandi stórsigrar kunnu koma fyri í næstbestu deildini í seinasta umfarinum. So tað kann blíva spennandi til tað seinasta, har hvørt mál fær stóran týdning og ikki bara, hvør vinnur dystirnar.
Avgerandi dystirnir eru:
KÍ-AB
B68-ÍF
Dystirnir í 1.deild byrja kl. 12.30.




