Tað verður avgjørt í Klaksvík tíðliga leygardagin.
Í landskappingini liggja KÍ og EB/Streymur/Skála á odda og eru jøvn í stigum. Tey hava vunnið allar dystirnar uttan innanhýsis dystirnar, har tey hava vunnið hvør sín dyst. KÍ er á odda og hevur ein málmun, sum er trý mál betri.
Í steypafinaluni sleppur bara annað liðið við. Tí liðini møtast í hálvfinalunum. Fyrra hálvfinalan er leikt og tá endaði dysturin á Skála við javnleiki 1-1. Leygardagin verður seinna hálvfinalan leikt í Klaksvík.
Dysturin leygardagin byrjar kl. 11.45.




