Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ er best umboðað á A-landsliðnum

Jákup Ósá

KÍ eigur fimm av 24 landsliðsleikarum hesaferð.

Tá kundi talið verið seks, tí Odmar Færø er ikki úttikin vegna skaða sum hevur gjørt, at hann ikki hevur spælt í eina tíð. Hann er helst sjálvskrivaður í hópinum undir vanligum umstøðum. HB hevur eins og KÍ fimm leikarar úttiknar. 

 

Málverjar 

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland) 

Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn 

Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn 

 

Verjuspælarar 

Hørður Askham, HB Tórshavn 

Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn 

Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík 

Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki) 

 

Verjuspælarar / miðvallarar 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur 

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík 

Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík 

Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklub (Noreg) 

Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn 

Heðin Hansen, HB Tórshavn 

 

Miðvallarar 

Hallur Hanssson, KR Reykjavík (Ísland) 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur 

Andrass Johansen, B36 Tórshavn 

Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík 

Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg) 

Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn 

Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík 

 

Framherjar 

Jóan Símun Edmundsson, S.K. Beveren (Belgia) 

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík 

Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland) 

Pætur Petersen, HB Tórshavn 

 

Litava – Føroyar 

á LFF Stadion í Vilnius, hósdagin 22. september kl. 21:45 (19:45 føroyska tíð) 

 

Føroyar – Turkaland 

á Tórsvølli sunnudagin 25. september kl. 19:45 

Harleywoodpaint