Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ er fyrimyndin

Jákup Ósá

Øssur Hansen dylur ikki fyri, at B68 hevur KÍ sum fyrimynd í mátanum, ið arbeitt verður uppá í 2013 á Svangaskarði.

Øssur Hansen dylur ikki fyri, at B68 hevur KÍ sum fyrimynd ímátanum, ið arbeitt verður uppá í 2013 á Svangaskarði.

 

 

B68 flutti í fjør heldur óvæntað niður í næstbestu deildina.Felagið keypti nógv inn undan kappingini, men tað gekk ikki eftir vild. Eftirkappingina hevur stór útskifting verið í felagnum og talan er um ein heilt øðrvísihóp í ár, har einans uppruna B68 leikarar eru.

 

KÍ var fyrimyndin

Øssur Hansen er venjari hjá B68 og hann sigur, at tað ikkivar nakað krav frá felagnum, at einans hava lokalt fólk í ár. Men hann hevurynskt hetta, tí man sær í Klaksvík, at tað ber til.

          – Tað er ikki nøkur loyna, at vit hava havt KÍ íhuganum, tá vit hava valt okkara máta at arbeiða uppá. Vit síggja í KÍ, at taðber til at einans brúka sítt egna fólk. B68 hevur roynt hetta onkuntíð fyrr,men er so dottið í somu grøv við at keypa nógv inn, tá man er fluttur upp í bestu deildina. Vit havafyrst og fremst sum mál at menna okkara leikarar í ár og flyta vit upp, so ertað bonus, sigur Øssur Hansen.

 

 

         KÍ er ein av FM favorittunum

          – Eg havi KÍ sum ein av FM favorittunum og fyrinakrar av okkara leikarum verður hetta teirra størsta avbjóðing nakrantíð. Tí vit hava eina blanding av nøkrum, ið hava royndir úr bestu deildini og so nøkrum við als ongum dystum í bestu deildini. Viteru rættuliga spentir uppá at síggja, á hvørjum støði okkara lið er í mun tileitt av bestu liðunum í landinum. Eg vænti ein dyst, har KÍ kemur at stýra oghar vit koma at spæla uppá umstillingar, har vit hava nakrar góðar leikarar. Sokanska vit kunnu yvirraska, hóast KÍ er stórfavorittur, sigur Øssur Hansenundan steypadystinum á Svangaskarði sunnudagin.