Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ er í væntaða bólkaspælinum í Conference League í 2024

Jákup Ósá

Serfrøðin metir, at KÍ kemur i bólkaspælið í Conference League í 2024. Ein orsøk er, at KÍ á fyrsta sinni verður styrkismett í 1. umfari í Champions League.

Um væntaðu úrslitini henda, so endar KÍ í bólkaspælinum í Conference League í 2024. Eitt bólkaspæl sum verður øðrvísi á tann hátt, at liðini spæla seks dystir sum nú, men bara spæla móti einum liði einaferð og sostatt møta seks ymiskum liðum. Einum úr hvørjum bólki niðanfyri. Talan er er um styrkisbólkar av liðum, sum væntast at enda í altjóða fótbólti útfrá núverandi stigatalvum. Ein prognosa sum fer at hava nógvar broytingar fyri kappingarnar, sum ikki eru endaðar enn. Men fyri KÍ broytist tað ikki, at serfrøðin væntar, at KÍ endar í bólkaspælinum í Conference League. Og myndin kann geva eina ábending um, hvørji nøkur av liðunum verða í Conference League.

 

Mynd: Football Ranking