Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ er ikki favorittur til landskappingardyst á heimavølli

Jákup Ósá

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár er KÍ ikki favorittur til landskappingardyst á heimavølli.

Sunnudagin kl. 15.00 tekur KÍ móti Víkingi. KÍ hevur vunnið FM, meðan Víkingur undan dystinum liggur á 2. plássi. Víkingur hevur alt at spæla fyri, tí tapur Víkingur, so er vandi fyri, at Víkingur endar á 4. plássi og tá hevur liðið brúk fyri hjálp frá HB í finaluni um løgmanssteypið fyri at tryggja sær Conference League pláss.

KÍ spældi ein krevjandi dyst hóskvøldið og hevur einki nevnivert at spæla fyri, meðan Víkingur eftir summarsteðgin hevur verið besta liðið í kappingini við at hava vunnið hvønn dyst og hevur tí fingið nógv fleiri stig enn KÍ hetta tíðarskeiðið. Tað ger m.a., at bæði hjá veddingarfyritøkunum og á Sona-appini, so er Víkingur ein lítil favorittur, sum tølini síggja út í dag.

Søgan síðstu árini er eisini við Víkingi, tí síðsti dystur hjá KÍ í heimligu kappingunum í 2022 og 2021 var eisini móti Víkingi og har endaði annar við javnleiki og hin endaði við sigri til Víking.

Tapur KÍ hendan dystin, so er tað fyrstu ferð síðani 1. umfar í 2020, at KÍ tapir landskappingardyst á heimavølli. KÍ hevur tí ein heiður at verja umframt, at KÍ mótvegis rættvísinum í kappingini hevur eina skyldu til at leggja nógv fyri. KÍ fær steypið eftir dystin, og tað er ofta sagt, at eitt tap á degnum, tá steypið verður handað, kann taka eitt sindur av gleðisrúsinum hendan dagin.

Tað er sostatt lagt upp til eitt brak av einum dysti sunnudagin kl. 15.00 millum tey bæði bestu liðini í kappingini í øllum førum fyri tey 26 fyrstu umførini.