KÍ tapti í Gundadali í kvøld og ávaringarlampurnar, sum hava blinkað í fleiri vikur, lýsa nú enn týttari.
Nógvir áskoðarar vóru møttir í kuldanum í Gundadali, har B36 hevði gjørt nógv burturúr við upphiting, grilling o.ø. B36 byrjaði við somu uppstilling sum seinast, meðan KÍ hevði framt tríggjar broytingar. Jákup B. Andreasen var ikki við vegna skaða, meðan Pætur Petersen var við aftur og loysi Jóhan Josephsen av í álopinum. Cedric Yambere byrjaði í miðverjuni og Mark F. Jensen var valdur framum Ara í H. Petersen í málinum. KÍ spældi 4-4-2, meðan B36 spældi 4-3-3.
Javnur fyrri hálvleikur
Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á. Bæði liðini royndu at søkja at, men tað síðsta manglaði og sum heild hekk spælið – serliga hjá KÍ – ikki serliga væl saman.
B36 hevur keypt væl inn
Meðan KÍ av mongum viðmerkjarum hevur verið mett at hava havt eitt minni gott flytingarvindeygað í vetur, sum eisini bleiv staðfest hendan dystin, so hevur B36 havt sítt besta flytingarvindeyga í fleiri ár, at síggja til higartil. Og tað var eitt av nýggju keypunum, sum avgjørdi dystin, tí innskifti Anton Horup skoraði bæði málini í 80. og 90. minnuti. 2-0 gjørdist úrslitið. Dysturin var sum heild javnur og dystargongdin kundi sagt, at ein keðiligur 0-0 dystur hevði verið rættvíst úrslit, men B36 hevði tað, sum skuldi til fyri at avgera dystin móti endanum við einum góðum korti frá bonkinum.
Nógv spurnartekin
Fleiri KÍ-viðhaldsfólk hava viðmerkt eftir dystin, at útskiftingin av Cedric Yambere, sum var klárt besti leikarin hjá KÍ, í 75. minutti var orsøk til tapið. Men har skal venjaraavgerðin verjast, tí Cedric hevur ongan dyst spælt í 2024 frammanundan og hevur bara spælt tveir dystir á høgum stigi síðani á áleið norðoyastevnu í fjør, tá hann spældi í næstbestu deildini í Grikkalandi. Tí er hann ikki í dystarvenjing og formurin heldur neyvan til ein heilan dyst so stutt eftir, at hann er byrjaður at venja regluliga.
KÍ er farið frá at hava spælt 4-3-3 og 4-2-3-1 undanfarnu ár til at í fleiri dystum higartil sum m.a. hesum at spæla 4-4-2, sum fá topplið – um nakað – gera í Eurtopa í løtuni. Og tað tykist ikki rigga væl. Tí KÍ skapti stórt sæð ongan málmøguleika. Og tí var løgið at síggja, at hildið bleiv fast í hesi leikskipan allan dystin.
Og so er tað valið av leikarum til ymisku plássini, sum undrar. Børge Petersen (spældi 69 minuttir við 1.deild móti TB) og Deni Pavlovic, sum sat allan dystin á bonkinum, hava royndir frá miðverjuni og kundu muna væl til partar av dystinum sum m.a. kundi gjørt, at René S. Joensen ikki mátti av miðvøllinum síðsta kortið.
KÍ-arnir sóu tyngri út enn mangan áður og rákið tykist ógvuliga greitt, nú KÍ hevur møtt Víkingi (venjingardystur), HB (stórsteypadystur) og B36 (landskappingardystur). KÍ er nógv dalað í mun til undanfarnu ár eins og ábendingar hava verið um í fleiri vikur, sum vit eisini hava víst á. Eftir tvey umfør haltar KÍ longu trý stig aftanfyri Víking og B36, sum eru liðini, sum verða mett av mongum at hava besta møguleikan at kappast um FM í ár saman við KÍ.


