KÍ misti í yvirtíðini móti HB og nú er ikki vist, um KÍ spælir Evropafótbólt í 2021.
Tað var ein javnur dystur við Djúpumýrar í dag, har liðini stríddust, men har stórir málmøguleikar nærum ikki vóru til staðar.
KÍ kom á odda í seinna hálvleiki, tá Boris Dosljak legði innfyri til Páll A. Klettskarð, sum skallaði í málið. KÍ leiðslan sá út til at halda, men í yvirtíðini fekk HB nøkur innkøst, sum innskifti Hilmar Leon Jacobsen kastaði langt og uppá eitt slíkt var Delphin Tsiembe hægstur og javnaði til 1-1. Eitt mál, sum kann fara at vísa seg at vera sera avgerandi fyri KÍ, tí tað sendi KÍ av 2. plássi og niður á 3. pláss.
KÍ endaði á 3. plássi og er í løtuni ikki í Evropa í 2021. Tað kann tó henda, at KÍ fær eitt pláss, men so er treytin, at antin HB ella NSÍ vinnur løgmanssteypið.



