Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ er steypavinnari hjá U15 dreingjum

Jákup Ósá

Tað mátti longd leiktíð til, áðrenn ein vinnari kundi finnast í Runavík í kvøld.

KÍ koma á odda 2-0 og sá út til at vinna, men móti endanum fekk Víkingur tvey mál. Tí mátti longd leiktíð til og har fekk KÍ tvey mál. Úrslitið gjørdist 4-2 til KÍ frammanfyri stórari áskoðarafjøld, hóast tað til tíðir regnaði. Málini hjá KÍ skoraðu Jákup Vilhelmsen, Tóki á Lógv og Silas Gaard.

 

Talan gjørdist sostatt um ein sera spennandi dyst. KÍ hevur vunnið steypakappingina hjá U15 tvey ár á rað.