Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ er úti av steypakappingini

Tekstur: Jákup Ósá: Myndir: Oliver Joensen.

Vánaliga gongdin í kappingini um løgmanssteypið heldur fram hjá KÍ.

KÍ hevur bara vunnið løgmanssteypið einaferð síðani 1999, og tað verður heldur ikki í 2023. Ein heldur løgin uppstilling, har KÍ byrjaði við toppskjúttanum Páll A. Klettskarð og verjuskansanum Odmar Færø á bonkinum í á pappírinum truplasta dystinum higartil hetta kappingarárið, tann fyrsti móti einum topp 3 liði og á útivølli.

B36 skoraði tvey mál fyrra partin av seinna hálvleiki. Málskjúttar vóru Andrass Johansen og Hannes Agnarsson. Eftir hetta skifti KÍ nakrar av sínum bestu leikarum inn og skifti til 3-5-2 leikskipan, men tá var ov seint. KÍ kom til onkrar stórar málmøguleikar, men inn fór bólturin ikki.

KÍ spælir aftur mikukvøldið móti B68 á Svangaskarði.