Harley
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ fær norskan leikara til álopspartin

Jákup Ósá

Hann er 27 ára gamal og hevur skorað i øllum seks teimum ovastu deildunum í Noreg.

Ivar Sollie Rønning, ið er 1,92 metur høgur, hevur gjørt sáttmála við KÍ fyri kappingarárið 2021. Ivar kemur frá Ranheim í næstbestu norsku deildini. Í farna árinum skoraði hann 9 mál í 19 dystum. Í 2019 spældi Ranheim í bestu norsku deildini og har skoraði Ivar tvey mál. Í 2017 og 2018 spældi hann við HamKam, har hann skoraði 28 mál í 56 dystum í næstbestu og triðbestu norsku deildini.

Ivar Sollie Rønning hevur síðstu árini spælt sum álopsleikari, men spældi sum yngri eisini nógv sum miðvallarleikari.