Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fekk bank á Mølini

John William Joensen

Sunnudagin kom KÍ aftur av Mølini við einum 4-0 tapið í sjáttuni og hetta var heldur ikki ov mikið


Tað einasta positiva var at baði ÍF og B68 sum liggja niðanfyri KÍ í botninum eisini taptu sinar dystir.
Tað var eitt KÍ lið sum manglaði fleiri av stammuleikarunum, íð møtti á Eiði.
Jákup Mikkelsen, Ovi Nysted og Atli Danielsen vóru ikki við, men tó var Jan Joensen aftur á liðnum eftir drúgva fráverðu orðsaka av skaða.
Men liðið kom ongantíð fyri seg og samanumtikið hevði rætta úrslitið kanska verið 5-0.
Nýggi málverjin, Andreas Jóhannesen, skal tó ikki lastast fyri nakað. Málini sum EB/Streymur fekk kundi hann einki gera við.
Næsti dystur er móti GÍ í Gøtu.