KÍ vóru hepnir at vera á odda í hálvleikinum, men tað endaði við 3-0 sigri og dreymabyrjan til KÍ.
KÍ vóru hepnir at vera á odda í hálvleikinum, men tað endaðivið 3-0 sigri og dreymabyrjan til KÍ.
Í 2012 vann KÍ ongan heimadyst móti TB. KÍ vann ikki fyrrenn í 6.umfarinum í 2012 og Páll A. Klettskarð skoraði ikki fyrr enn í6.umfarinum í 2012. Men í 2013 er longu alt hetta broytt til tað betra.
Hepnir í fyrra hálvleiki
Fyrri hálvleikur var merktur av, at TB lá sera aftarlaga ávøllinum og hetta skapti trupulleikar fyri KÍ. Spælið gekk ov seint og nógvirbóltar blivu mistir í uppspælinum. Men hetta var ikki so løgið, tí fyrsta umfarer ofta merkt av hesum sama. TB kundi lagt seg á odda við størsta misnýttamøguleikanum í dag, tá Poul Ingason skeyt viðsíðuna av fyri púra opnum máli.Ístaðin var tað KÍ sum kom á odda 1-0, eftir at TB misti bóltin lagt afturi.Hjalgrím Elttør gjørdist púra leysur og hann rak ramvið TB málverjanum ogskoraði til 1-0, ið eisini var hálvleiksstøðan.
KÍ fekk tamarhald á
Í seinna hálvleiki fekk KÍ betri stýr á spælið og spældimeira beinleiðis, har serliga Hjalgrím Elttør, ið tóktist stórtrívast ásentrala framrættaða miðvøllinum, stóð aftanfyri fleiri góð álop. Tað vareisini Hjalgrím, ið spældi Páll A. Klettskarð púra leysan eftir 65 minuttum oghann gjørdi sum Hjalgrím í fyrra hálvleiki. Rak framvið TB málverjanum, áðrennhann setti bóltin í málið til 2-0. Lítla løtu seinni var 3-0, tá Hjalgrímgjørdist leysur í vinstru, fann Álv Christiansen frammanfyri málinum og Álvursmekkaði til fyrstu ferð og so var 3-0 og gott lag á køldu heima áskoðarunum.
Hetta var nærum tað einasta, ið hendi í dystinum. Annarskann nevnast, at Helgi Samson kom á vøllin, tá 10-15 min. restaðu og fekk sínarfyrstu minuttir á besta liðinum. Eisini kann nevnast, at seinasta korteriðspældu fýra “bygdamenn” á liðinum. Álvur Christiansen og Jóhan Jacobsen úrHvannasundi og Ísak Simonsen og Helgi Samson av Viðareiði.
Hjalgrím skaraði framúr
Á KÍ liðinum vóru flestu sum heild á einum miðal støði ogmerkt av, at hetta var fyrsti dystur í árinum. Men Hjalgrím Elttør var viðsínum máli og tveimum uppleggum uttan iva dagsins leikari. Eisini Álvur Christiuansen á høgra vongi tóktist stórtrívast, nú hann spælir longri frammi enn í fjør. KÍ vann 3-0 og taðmá sigast at vera ein dreymabyrjan hjá klaksvíkingum, sum í 2012 ikki vunnu áTB á heimavølli og sum máttu bíða til 6.umfar fyri at fáa fyrsta sigurin.




