Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ fekk hildið dystinum á lívi

Jákup Ósá

Tað sá svart út einu løtuna í seinna hálvleiki, men KÍ kom innaftur í dystin.

Ballkani var omaná í fyrra hálvleiki og høvdu eina roynd á stongina tíðliga í dystinum. KÍ var eisini við og onkuntíð var nær við. Men Ballkani var meira avgjørt og heimaliðið skoraði tvey góð mál. Beint eftir hálvleik økti heimaliðið til 3-0, og tá sá svart út hjá KÍ. Men við tveimum málum frá Páll A. Klettskarð eftir innlegg frá Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen kom KÍ innaftur í dystin. KÍ hevði eisini møguleika at javna.

3-2 úrslitið ger, at avgerðin fellir á Tórsvølli hóskvøldið.