(Dystarfrásøgn)Tá sá leingi út sum at bólturin ikki vildi inn, men í 87.minutti skallaði vælspælandi Albert Adu bóltin í málið og sovar sigurin heima hjá KÍ.
KÍ setti seg á dystin frá byrjan
KÍbyrjaði í einari 4-4-2 uppstilling. Mest óvæntað var kanska, atHjalgrím Elttør byrjaði á vinstra bakki. Á vinstra kanti fekkHeðin Klakstein sín fyrsta dyst frá byrjan í ár. Hjá EB/Streymispældi Sjúrður Jacobsen frá byrjan, meðan Arnbjørn T. Hansenikki var førur fyri at spæla vegna skaða.KÍsetti seg beinanvegin tungt á dystin. EB/Streymur legði sínapresslinju beint frammanfyri miðjuna og gav tilvitað KÍ gott plássat spæla á egnari hálvu. KÍ dugdi til tíðir væl at spæla segígjøgnum, hóast lítið pláss var at spæla á. Hendan dystin varlítið og einki at síggja til langar bóltar, ístaðin bleiv royntat spæla í millumrúmum og út á kantarnar. Serliga eyðsýndurvóru Jóannes Bjartalíð á høgra kanti og Albert Adu í álopinum.KÍ fekk fleiri stórar mál møguleikar. Men skotini vóru ikki nóggóð og so var stongin eisini fyri einu ferðina í fyrra hálvleiki.Ein hálvleikur, har KÍ útfrá spæli og møguleikum skuldi veriðá odda við fleiri málum.
Adufekk hol á
Íseinna hálvleiki var myndin tann sama. KÍ hevði bóltin nærumallatíðina, meðan EB/Streymur lúrdi eftir kontraálopum, Hendanhálvleikin fekk EB/Streymur eisini sín einasta stóra møguleika ídystinum og tá kundi støðan tann sama verið blivin 1-0 tilEB/Streym, men KÍ málverjin Kristian Joensen fekk bjargað royndini frá Dan íSoylu. KÍ sendi Ísak Simonsen og Atla Danielsen á vøllin og hesirhøvdu eisini stóra ávirkan á, at KÍ fekk lagt eitt enn størritrýst á útiliðið. Í høgru síðu kom Jóannes Bjartalíðfleiri ferðir væl ígjøgnum, men sum heild vóru innleggini ikkinóg neyv, og tá tey komu inn fyri, so vóru leikararnir sum oftast ovstuttir. Mangan manglaði bara tað síðsta. Nærmast við komAlbert Adu, tá hann skeyt á stongina og so hugsaðu nokk nógv KÍviðhaldsfólk, at hetta bara ikki var dagurin hjá KÍ. Men taðeydnaðist móti endanum. Í 87. minutti sendi Páll A. Klettskarðgott innlegg innfyri til Albert Adu, sum skallaði framúr væl uttanmøguleika hjá vælspælandi Trygva Askham at bjarga, og so var 1-0.Fyrsta málið hjá Adu kundi neyvan komið í einari betri passandiløtu. Løtu seinni fekk Hørður Askham sítt seinna gula kort, harbæði kortini vóru rætt dømd, og so spældi KÍ í undirtaliseinastu løtuna, tá Atli Danielsen spældi í miðverjuni.EB/Streymur fekk lagt trýst á seinastu minuttirnar, men ongantíðkom nakar stórur møguleiki burturúr.
Álopsspæliðhjá KÍ í menning
Fyrstuumførini í ár hevði KÍ trupult við at spæla seg til málmøguleikar. Hetta er broytt seinastu dystirnar. Nú kemur liðiðtil nógvar møguleikar og nú er óttin meir, at ov nógvirmøguleikar vera misnýttir. Fleiri leikarar í álopspartinum á KÍ liðnum hava mentseg nógv seinastu tíðina. Jóannes Bjartalíð hevur veriðrættiliga eyðsýndur seinastu tveir dystirnar og nú tykist AlbertAdu at byrja at fella inn í spælið hjá KÍ. Hann tók avmøguleikanum hesaferð, fekk fulla spælitíð og bleivdystaravgerandi. Á miðvøllinum sást tað, at Atli Danielsen núspælir uttan at vera darvaður av skaða og so er eingin ivi um, atKÍ hevur saknað Ísak Simonsen á vinstra bakki til álopsspælið.Hann tóktist vera væl fyri tá hugsað verður um, at hetta varhansara fyrsti dystur í ár.
Nýggjmiðverja næsta dyst
EB/Streymur, har leikararnir stríddust væl fyri hvørjum øðrum, mundi fingið tað, sum liðið kom eftir. Útgangsstøðið varverjukent, og tað var ikki so løgið. EB/Streymur fekk fyrr í árstig úr Runavík og hevur helst eisini sæð, hvussu Skála fekkstig í Klaksvík. EB/Streymur dugdi væl at taka leikferðina úrdystinum og stóri mál møguleikin kom eisini í seinna hálvleiki.KÍ fekk tó prógvað, at liðið nú er væl betri ført fyri atskapa neyðugu mál møguleikarnar í slíkum dystum, har mótstøðuliðið leggur seg langt aftur á vøllin. Í mun til dystinmóti Skála, so bleiv bólturin fyri tað mesta spældur eftir jørðhendan dystin, og álopsspælið var fjølbroytt, har álopshóttanirkomu nógvastaðni. Hjá KÍ kom tað helst illað við, at báðirmiðverjarnir fingu kort sum gera, at teir sita uttanfyri móti ÍFvið leikbanni. Tí skulu avloysarar finnast fyri Jonas F. Rasmussenog Hørð Askham og tí sleppur breiddin í hópinum at standa sínaroynd.
Les eisini:
Myndarøð: Adu bjargaði KÍ í síðstu løtu




