KÍ fekk eitt av truplastu lutakøstunum, tí klaksvíkingar skulu spæla á útivølli móti einum liðið, ið væntast at koma at gera um seg í stríðnum um fremstu plássini í Effodeildini.
KÍ skal til Fuglafjarðar at spæla móti ÍF í fyrsta umfarinum í kappingini um løgmanssteypið. Í fjør spældu liðini tvær ferðir móti hvørjum øðrum í Fuglafirði. ÍF vann annan 3-1, meðan hin endaði við 1-1 javnleiki. Tríggjar uppgerðir eru millum tvey lið úr Effodeildini. Á pappírinum eru størstu dystirnir í hesum umfarinum helst dystirnir millum ÍF-KÍ og TB-NSÍ.
Innleiðandi umfar (26. mars):
FC Suðuroy – Royn
MB – Undri FF
Fyrsta umfar (24. apríl):
MB ella Undri FF – Skála
HB – B71
ÍF – KÍ
FC Suðuroy ella Royn – Víkingur
EB/Streymur – 07 Vestur
TB – NSÍ
Giza/Hoyvík – B68
AB – B36




